Sjúrður Skaale
?????????????
Ein prædikumaður, sum er væl grundfestur í egnum virðum, kemur til Sodoma. Hann er skelkaður av at síggja tað synd-uga lív, sum fólkið livir, so hann setir sær fyri at royna at broyta tey. Stillar seg á ein kassa á torginum, og fer at prædika.
Í fyrstani eru nógv sum lurta. Men tey gerast færri og færri. Til endans lurtar eingin. Men hann heldur fram at prædika. Hvønn einasta dag.
Einaferð kemur ein maður til hann og sigur: ?Nú mást tú hava sæð, at tú ikki klárar at broyta okkum. Hví heldur tú so fram at prædika kortini??
?Tað er rætt sum tú sigur?, svarar prædikumaðurin. ?Eg havi ásannað, at eg ikki klári at broyta tykkum. Tá eg haldi fram at prædika kortini, er orsøkin, at eg vil forða fyri, at tit broyta meg?.
Henda søgan rennur mær til hugs, tá eg vitji Baskaland. Tjóðskaparliga sinnaðir baskar stríðast hvønn einasta dag fyri dreyminum um, at teir skulu fáa sítt egna land. Men dreymurin fjarar meira og meira burtur, fyri hvønn dag, sum gongur. Undir Franco-tíðini fluttu milliónir av spaniólum til Baskaland, og í dag er tað bert ein minniluti av fólkinum, ið tosar baskiska málið, og kennir seg sum part av baskisku tjóðini. Tey klára neyvan at gera alt Baskaland baskiskt aftur ? men tey kunnu varðveita seg sjálvi sum Baskar...
?Spania brotnar?
Ikki tí ? tað eru gjørd stór framstig síðani Franco-tíðina, tá sjálvt tað baskiska málið var bannað í royndunum at køva baskisku tjóðina einaferð fyri allar. Men baskar eru framvegis í verjustøðu í tí, teir roknað fyri sítt heimland. Og spanski staturin góðtekur framvegis ikki politiskt virksemi, sum av álvara kann hótta spanska eindarstatin. ?Vit mugu fyribyrgja, at Spania brotnar?, er eitt av slagorðunum hjá spanska høgraflokkinum, Partido Popular (Fólkaflokkurin), sum sat við valdinum í átta ár inntil hann tapti móti sosialist-unum í fjør.
Til tess at fyribyrgja hesum, varð ógvuslig framferð nýtt hesi átta árini.
Tvey baskisk bløð vórðu stongd. Fleiri felagsskapir vórðu bannaðir. Hundraðtals fólk vórðu sett í fongsul fyri politiskt virk-semi. Og tann politiski flokkurin Batasuna, sum fyri fimm árum síðan fekk yvir 400.000 atkvøður á valinum til europaparlamentið, varð bannaður.
Tað er rættiliga sigandi, at á øllum valum, sum síðani hava verið, hava kortini yvir 100.000 fólk latið ein seðil við áskriftini ?Batasuna? í atkvøðukassan ? hóast tey hava vitað, at teirra atkvøða harvið verður ógildað.
Tann standandi undanførslan
Men tað eru nakrir fáir baskar, sum sjálvir geva sponsku stjórnini eina standandi undanførslu til hesa framferð: Teir, sum eru virknir í ETA.
ETA byrjaði sítt virksemið í Francotíðini, og hevði breiða undirtøku í fólkinum. Men felagsskapurin helt fram eftir at einaræði varð avtikið, og kastar í dag við sínum harðskapi ein skugga yvir alla ta baskisku tjóðskaparrørsluna.
Og felagsskapurin er sterkur. Hóast løgreglan við jøvnum millumbili fangar fólk ið vera mett at leiða ETA, heldur virk-semið fram. Tað gav at bíta tíðliga í vetur, tá spanska og franska løgreglan funnu fram til stórar vápnagoymslur, og tóku tríggjar menn, sum vóru mettir at vera ovastu leiðararnir í ETA. ?ETA hevur fingið mønustingin? varð sagt við heimspressuna.
Men tað gingu bara fáir dagar, so brustu sjey bumbur í sjey sponskum býum ? samstundis. Løgreglan bleiv, sum vanligt er, ávarðað um tað áðrenn, so økini kundu verða avbyrgd. ETA vildi bara siga frá, at hóast felags-skapurin var raktur, hevði hann ongan mønusting fingið...
Og júst hetta ger, at spanski staturin kann rættvísgera sína framferð móti baskunum.
?Tað er ikki nóg mikið at berja niður sjálvar terroristarnar. Vit mugu eisini oyðileggja allan teirra bygnað?, hevur José Maria Aznar, fyrrverandi forsætisráðharri, sagt.
Tað er grundað á hesa hugsan, at hundraðtals fólk eru fongslað fyri sítt politiska virksemið farnu árini. Tey vilja hava eitt sjálv-støðugt Baskaland ? og tað vil ETA eisini. Tí ber til at siga, at tey, so ella so, eru partur av bygnaðinum. Tað ber eisini til at siga, at tað er millum hesi fólkini, at framtíðarinnar terroristar eru at finna. Spanska stjórnin kann á hendan hátt rættvísgera fongslingina av politiskum aktivistum við at siga, at hon fyribyrgir terrorismu!
Umleið 700 fólk sita í dag í sponskum fongslum, ákærd fyri so ella so at hava tilknýti til ella samhuga við ETA. Tað er eingin ivi um, at bara ein brotpartur av teimum veruliga hoyra til ella taka undir við felagsskapinum. Men orsakað av teirri strongu antiterror-lóggávuni, kunnu tey vera fongslað í upp til fýra ár uttan nakra rættargongd.
Her er talan um eina ónda ringrás, tí júst henda framferð hjá stjórnini ger, at ungir baskar taka til harðskap.
?Tað ber ikki til at vera kommunistur í dag og demokratur í morgin?, segði ein rumeni sum býr í Føroyum einaferð í útvarpinum.
Tá ein hyggur at støðuni í Spania kann sigast, at tað helst eisini tekur sína tíð at flyta seg frá fasistiskum einaræði til eitt demokratiskt rættarsamfelag. Næstan 30 ár eftir at Franco doyði, lýkur Spania framvegis ikki allar tær treytir, vit seta til ein slíkan stat.
Innanhýsis ósemjan
Sum vanligt tá statsleysar tjóðir stríðast fyri at vinna sær størri rættindi, og frustratiónin og mótloysið er stórt, er mesta stríðið innanhýsis. Hóast teir ymisku nationalistisku flokkarnir í Baskalandi fáa helvtina av øllum atkvøðunum, standa teir veikir, tí innanhýsis ósemjan er so stór.
Fyrst er tað ósemjan um sjálvt endamálið. Summir flokkar góðtaka bara eitt baskiskan stat, har alt tað baskiska økið ? eisini tann parturin, sum er partur av Fraklandi ? er við. Summir vilja hava frælsan felagsskap millum Spania og tann partin av Baskalandi, har nationalistarnir standa sterkastir. Summir vilja bara hava størri sjálvstýri.
Síðani er tað ósemjan um framferðarháttin. Summir vilja hava breiðar semjur, aðrir eru til reiðar at trumfa sítt ígjøgnum við lítlum meiriluta. Teir flestu fordøma sponsku kúganina ? men summir vilja ikki samstundis fordøma atsóknirnar hjá ETA. Og summir nokta at samstarva við tey, sum ikki greitt vilja fordøma ETA.
Øll kunnu vinna
Men í hesum døgum verður ein roynd gjørd at finna eina breiða semju, sum røkkur langt út um teir beinleiðis nationalistisku flokkarnar. Ikki eina semju um endamálið, men eina semju um nøkur heilt grundleggjandi sjónarmið.
Allir flokkar, øll fakfeløg og aðrir týdningarmiklir felagsskapir verða spurd, hvat er tað longsta tey kunnu toyggja seg inn móti miðjuni. Tað er greitt at summi mugu slaka nógv og onnur minni til tess at vera við. Men tey loysingarsinnaðu vita, at uttan eina breiða semju nyttar ikki at seta fram krøv mótvegis sponsku stjórnuni. Og tey spansktsinnaðu vita, at friður verður ikki, fyrr enn baskiska tjóðin so ella so er viðurkend.
Øll vita, at endaleysa stríðið millum loysing og samband liggur sum ein svampur í samfelagnum og sýgur alla orku í seg. Varð hon brúkt øðrvísi, kundi nógv verið gjørt, sum nú liggur ógjørt.
Øll vita eisini, at við eini breiðari semju fer at ETA at missa sína styrki og friður kann fáast. Tá ETA leggur vápnini, kann spanska stjórnin ikki longur uttan altjóða atfinningar seta fólk í fongsul uttan rættargongd. Tá verður friður ? og friður er fortreytin fyri teirri búskaparligu framgongd, Baskalandi tørvar.
Mánadagur er mánadagur
Øll vita altso, at ein breið semja gagnar øllum. Men tað er als ikki givið, at hon verður funnin.
Eg eri settur sum eygleiðari av royndunum at finna hesa semju, og havi í tí sambandi farnu vikuna havt samrøður við nakrar av politisku flokkunum um, hvat teir kunnu góðtaka. Og tað einasta sum er greitt er, at semjan ið hvussu er ikki fer at fevna um allar flokkarnar. Summi góðtaka als ikki, at baskar eru serstøk tjóð. Og onnur góðtaka teir bara sum ein spanskan minniluta, ið ikki hevur rættindi til annað enn at verja sína mentan. Og so langt kunnu teir víðgongdu nationalistarnir sjálvsagt ikki toyggja seg.
Hjá øðrum verður trupult at semjast við sínar argastu fíggindar ? hóast nøkur grund-leggjandi sjónarmið kanska eru tey somu.
Men sum umboðið fyri ein av flokkunum segði á fundinum í vikuni: ?Um tað er mánadagur, og mín fíggindi sigur at tað er mánadagur, so fari eg ikki at mótmæla. Tí har eru vit samdir. Og tað finnast uttan nakran iva eisini nøkur grundleggjandi politisk sjónarmið, sum vit og okkara fíggindar eru samdir um. Kunnu vit semjast um at verða samdir um tað, og síðani verða samdir um at vera ósamdir um restina, so er nógv vunnið. Tí sum er stríðast vit um alt. Eisini tað, sum vit eru samd um.?
Vónandi eydnast tað við hesi nýggja friðargongdini. Eydnast tað ikki, enda allir teir baskisku bólkarnir sum prædikumaðurin, sum vardi síni egnu sjónarmið ? men ikki megnaði at sannføra nakran annan um, at tey vóru røtt.
Øll ætlanin minnir um føroyska grundlógararbeiðið. Tað er bara 1.000 ferðir so trupult...