Kunnu vit gerast ein tjóð?

Latið okkum taka frælsi nú, og við tí fáa vit hundraðtals nýggjar avbjóðingar og hundraðtals nýggjar møguleikar.

Sunnudagin tann 5. apríl var eg og hugdi at framsýning kvøldskúlans í Eysturskúlanum. Í gongini hingu málningar, tekningar, prent og listaverk av ymiskum slagi í hundraðtali. Eg hugsaði »Hvat er hetta fyri fólk, sum ger slíkt?«

Í einum høli vóru at síggja alskyns skyggandi tinnur lagdar í silvur, broðeraðir dúkar, kviltaði teppi, og annað, sum eg ikki veit navnið á. »Er hetta eitt fólk, sum kann klára seg sjálvt?« Í einum øðrum høli vóru einastandandi vakrar vovnar myndir og fotomyndir frá einari tíð, tá ið fleiri hundrað føroyingar við áttamannafari á bakinum fóru til Grønlands at fiska. »Kann hetta fólkið klára seg sjálvt?« Har vóru so mong listaverk at skoða, at ikki kunnu tey øll verða nevnd. Men tað, sum har kom til sjóndar, ger meg bara enn meira sannførdan um, at tað fólk, sum her býr, hevur gávur og skaparevni, sum gera, at fólkið eisini kann klára seg sum ein tjóð. At billa føroyingum inn, at teir ikki klára seg uttan hjálp uttanífrá, tað er skammiligt. Vit eiga at taka frælsi, sleppa øllum skaparevnunum út, lata túsund blómur blóma. Frælsi er ikki nakað, vit skulu biðja um, tá ið vit halda okkum hava ráð til tað, tí so fáa vit tað ongantíð. Latið okkum taka frælsi nú, og við tí fáa vit hundraðtals nýggjar avbjóðingar og hundraðtals nýggjar møguleikar.


Snorri Fjallsbak,

valevni Tjóðveldisfloksins