Nú Kunoyartunnilin skal tryggjast, hevur Landsverk boðað frá, at tunnilin verður stongdur millum klokkan 18.00 og 02.00, og hevur hetta fingið kunoyingar at ressast við.
Jógvan á Høvdanum, yngri, sum býr í Kunoy, er rasandi um hesa avgerðina, og sigur, at hetta tarnar øllum gerandisdegnum hjá teimum, sum á oynni búgva. Hann vísir millum annað á, at mong børn av oynni íðka ítrótt í Klaksvík eftir skúlatíð, men at hetta verður ógjørligt alla tað tíð, arbeitt verður við tunlinum.
Jógvan á Høvdanum sigur, at hetta er enn eitt dømi um, at kunoyingar ikki fáa somu sømdir, sum onnur í landinum. Hann sigur, at vanliga verða tunlarnir stongdir eftir klokkan 22 og opna aftur tíðliga á morgni.
- Betri hevði verið, um Landsverk byrjaði at arbeiða uppá tunnilin kl. 22.00 til kl. 07.00, so at foreldur við børnum sleppa at koyra børnini, sum venja til ítrott í Klaksvík. Eisini hevði tað verið ynskiligt, at koyrandi varð ímillum kl. 24.00 og kl. 02.00, sigur Jógvan á Høvdanum.
Landsverk hevur á heimasíðu síni boðað frá, at tunnilin verður stongdur frá klokkan 18.00 til 02.00. Tó sleppa bilar ígjøgnum klokkan 20, 22 og 24, umframt at neyðsynjarakfør altíð sleppa ígjøgnum. Arbeiðið fer væntandi at taka góðar fýra mánaðir.