Stór varð mín gleði, at hesin Kunstskúli/Listaskúli endiliga skuldi setast á stovn men stórt varð mítt vónbrot, tá ið eg las um ætlanina við hesum skúla, at hesin skúlin skuldi verða tengdur at Húsarhalds-/handarbeiðsskúlanum í Klaksvík, og at tilfarið, ið skal nýtast í hesum skúla, skal vera føroyskt. Tey fólk, ið skulu sita í hesi fyrireikingarnevnd, hava tey nakrantíð sett sær spurningin: »Hvat er list?« - jú, list er at skapa, tað kunnu vit øll verða samd um, og tað at skapa list er vítt og breitt, men tað er eins og nakrir tjóðveldisromantikkarar bert hugsa um »ull«. Hetta prógvaði jú listaskúlin á Sandi um.
Sjálvandi skal tann fyrsti Listaskúlin verða í Tórshavn, tí tað er her næmingatilfeingið er og harvið búskaparliga treytin fyri, at hesin skúlin skal bera seg fíggjarliga, men seinri kunnu deildir flytast út á bygdirnar.
Og tá ið tosað er um Listaskúla í alheims høpi, má hesin Listaskúlin hava Lærugreinirnar: Fríhondstekning við frálæru í perspektiv, ljós/skugga, anatomi, samanseting v.m. Myndlist og litsamanseting, modelltekning ella Cropuistekning. Skurðmyndlist, myndagreining, listasøgu, grafikk, keramik, broncustoyping v.m. í einari nútíðar verkstaðarundirvísing.
Tórshavnar Kvøld-, Ungdóms- og Listaskúli hevur í fleiri ár júst arbeitt við nøkrum av hesum lærugreinum, tí tað eru júst hesar lærugreinir, ið flest listafólk leita sær til útlondini at fáa enn meira kunnleika í.
Um ein Listaskúli verður settur á stovn í Føroyum, sum ein listaskúli á altjóða støði við teimum sera fjølbroyttu lærugreinunum, so kundi hugsast at næmingar uttanífrá leitaðu sær higar til Føroyar á listaskúlan her, tí føroysk list hevur stóran áhuga í útheiminum.
Tað verður ikki sagt, at »ull« og leir t.d. ikki kann vera tilfar í einum listaskúla, men fíggjarliga kann tað ikki bera seg bert at hugsa at ULL, og so slett og aldeilis ikki, tá ið hugsað verður um tað listarliga, tá verður ull og hýsuskræða bert ein evarsliga lítil partur í tí listarliga tilfarshøpinum.
Lærugreinin »Tilevning« hevur hesi seinastu árini fingið skeiva meining. Danska orðið formning merkir at skapa alt innan list. Formning, sum hevur fingið føroyska yvirseting til »Tilevning«, hevur í føroyskari umseting og tjóðskaparmentan at fólk skilir hetta sum bert at tilevna úr »ull« ella toy og ikki alt annað listarlist arbeiði.
Royndir í danska fólkaskúlanum vísa, at tað er ikki nóg mikið hjá børnum at læra matematikk, rokning, teldu, tí fyri at blíva »heil« menniskju, er tað av alstórum týdningi, at børnini læra at vera »kreativ« - tí samfelagið í dag krevur fólk, ið hevur hugflog, fólk, ið kunnu taka skjótar avgerðir, tí verður økt um tímarnar til kreativar lærugreinir. Men í Føroyum ganga vit tann øvugta vegin, altíð 20 ár aftanfyri Danmark, tí her verða so at siga allir tímarnir í evning mest sum skornir burtur, onkur fær 1 tíma um vikuna, og hesir tímar verða lagdir síðst á skúladegnum og tá eru næmingarnir ov troyttir til at fáa nakað burtur úr.
Fyri ikki at tala um evningshølini, tey fáu, sum eru í skúlum kring landið, t.d. í Tórshavn, liggja í myrkum kjallarum, so ikki kann sigast annað enn, at tær skapandi lærugreinirnar verða sera, sera lágt prioriteraðar, men hetta kann óivað ikki vera annarleiðis, so leingi sum menn, og tær kvinnur, ið hugsað sum menn, leggja til rættis og skipa fyri, og júst hesar skapandi lærugreinirnar, sum flestu børnum dámar best, og er við at geva børnunum vítt hugflog og eina skapanargleði, ið spreingir allar trongar karmar, hendan skapandi lærugreinin, ið er alfa og omega fyri hugflog barnanna, hvar er demokratiið hjá børnunum?
Fyrst og fremst má tað verða Føroya Læraraskúli, ið gongur á odda við at geva eina so holla frálæru í list ella evning, soleiðis, at teir lærarar og pedagogar, sum fara út at arbeiða við skapandi lærugreinum, verða førir fyri at geva børnum tilkomnum eina so fjølbroytta frálæru sum gjørligt.
Mín vón er, at tey fólk, ið koma at sita í fyrireikingarnevndini viðv. Føroya Listaskúla, koma at hugsa meira breitt og vítt og høgt hvat ein listaskúli stendur/skal standa fyri!
Annars ynski eg tykkum góðan byr, og at Føroya Listaskúli ongantíð ov brátt verður settur á stovn!
Virðingarmest
Arngerð Joensen,
listakvinna og lærari