Kunsttøð úr fiskiskarni vann FM í Ungum Virki

Tað gjørdist fyritøkan Green Growth, sum framleiðir vørur úr fiskaskarni, ið vann FM í Ungum Virki 2016, og skulu harvið umboða Føroyar í DM 27. apríl í Industriens Hus í Keypmannahavn.


Green Growth er mannað við Petur Bláberg, Tummas Bærentsen, Andrea I. Heinesen, Annfinn í S. Joensen og Conny Thomassen frá Glasi, Marknagil. Lærari hjá bólkinum er Janus Norðberg.


Bólkurin greiðir soleiðis frá síni virkisætlan:


- Hugskotið hjá Green Growth er í høvuðsheitum at framleiða eina føroyska vøru burturúr fiska skarni. Fiska skarni inniheldur fosfor, nitrogenfosfor, nitrogen og kalium. Hetta verður blandað í kunsttøð. Ætlanin hjá okkum er at framleiða tøð, ið ikki nýtist at blanda íblandingarevnir í, og tískil er hetta umhvørvisvinarligt og vistfrøðiligt. Mett verður, at hetta slagið av tøðið hevur ein umhvørvisvinarligan eginleika við breiðum og fjølbroyttum evnum, ið eru sera góð at tøða við.


Nummar tvey í kappingini gjørdist fyritøkan Natara, ið framleiðir sápu úr tara. Í tí bólkinum vóru Ata Mariu Blair, Mirjam A. Justinussen og Ronja K. Weihe frá Glasi, Marknagil. Lærari er Jákup Bech Jensen.


Á triðja plássi endaði virkið Amarant, ið framleiðir rabarbuís. Í bólkinum eru Elmar í Gong, Ari Hansen, Hjalti Johannesen, John Eli Kristmundsson og Jóhannus Suma Poulsen frá Tekniska Skúlanum í Klaksvík. Lærari er Heidi Gregersen.


Virðisløn fyri Besta hugskotið fekk Eacy, ein app, ið hjálpur kundanum at spara streym, við Jóan Jákup Benjaminsen, Bárður Johannesen og Rógva Langgaard frá Miðnám á Kambsdali. Lærari er Hertha Olsen