Kupilin á Sornfelli verður afturgjørdur

Í hesum døgum eru tey í ferð við at byggja uppaftur kupilin kring radaran á Sornfelli, sum í jólaódnini fór í luftina og endaði niðri í dalinum.

 

Tað er Naviair, sum eigur kupilin og radaran á Sornfellið, meðan landið eigur fundamentið, sum kupil og radari standa á. Tað er tí Naviair, sum stendur fyri at byggja kupilin uppaftur. Naviair stendur fyri at leiða flogferðslu í danska kongaríkinum.

 

Landið yvirtók ognirnar á Sornfelli frá donsku stjórnini 1. januar í 2014. Nýggi kupilin verður gjørdur úr hørðum tilfari. Gamli kupulin var úr bleytum tilfari og hildin uppi við lufttrýsti.

 

Niðanfyri síggjast nakrar myndir, sum m. a. Bogi S. Vinther á Landsverk hevur tikið.