UPPTAKT
Felags fyri tey bæði liðini, sum í morgin fara á vøllin í Klaksvík, er, at tey ikki enn hava tryggjað sær rættin at halda fram í Formuladeildini, og at tey bæði fingu úrtøku fyri viku síðani. KÍ vann 5-1 á heimavølli móti VB, og ÍF vísti tenn í Gundadali, har teir megnaðu 1-1 móti B36, og um roknað verður út frá uppløgdum málmøguleikum, so er ikki at undrast á, at fuglfirðingar iðra seg um, at teir ikki høvdu alt við sær úr høvuðsstaðnum.
Hjá KÍ er tað greitt, at Kurt Mørkøre fer at spæla við fyri síðstu ferð. Hann hevur áður ikki minni enn tvær ferðir sagt barndómsfelagnum farvæl, men nú verður talan ógvuliga sannlíkt um síðsta farvælið á vøllinum. Nú fer Kurt aftur til Noregs, og aldurin meiri enn bendir á, at talan verður ikki um afturkomu til KÍ. Nú mugu klaksvíkingar læra at standa seg uttan Kurt Mørkøre.
Seinastu vikurnar hevur verið eitt sindur av kapping um plássini á KÍ liðnum, sum ikki hevur tapt tríggjar tær seinastu ferðirnar. Um tað eydnast KÍ at fáa fult móti ÌF, so verður tað fyrsta ferðin í ár, at KÍ fer at spæla fýra ferðir uttan at tapa. Tá ið KÍ vann móti VB vóru Niclas Niclassen, Leon Bjartalíð og fuglfirðingurin og fyrrverandi ÍF spælarin Høgni Madsen á beinkinum.
Klaksvíkingurin í Fuglafirði, Rúni Elttør, var leikbannaður, tá ið ÍF stríddi seg til stig í Gundadali. Hann er tøkur aftur. Tað eru eisini allir hinir, sum vóru við í høvuðsstaðnum. Hjá Poul Ennigarð gongst illa at sleppa av við vøddaskaðan aftanfyri í lærinum. Verjuspælarin verður ikki við í morgin.
- Hóast vit kundu havt fingið uppaftur meiri burturúr síðsta sunnudag, so hevur avrikið og úrslitið móti B36 heilt víst givið okkum mót um, at tað skal bera til at fáa úrtøku burturúr í Klaksvík, verður sagt í Fuglafirði.
Klaksvíkingar vóna, at tað fer at eydnast at fáa fulla úrtøku, nú tað framvegis stendur nógv á, og teir høvdu einki havt ímóti, at Kurt Mørkøre sigur KÍ fjepparunum farvæl við manér. Hjá Kurt sjálvum snýr tað seg ikki um, um hann telist millum málskjúttarnar, men heldur um at KÍ fær fulla úrtøku.
KÍ og ÍF hava spælt tvær ferðir fyrr í ár, men hetta er fyrsta ferðin, at liðini hittast í Klaksvík. Gongdin í báðum dystunum í Fuglafirði hevur verið rættuliga nógv upp og niður. Í 9. umfarinum, sum var á skránni 16. mai, vunnu Oddbjørn Joensen og hansara menn 3-0, og í 15. umfarinum, sum var 2. juli, vann ÍF 3-0.