Fótbóltur
Kurt Mørkøre hevur leingi sitið á einum av ytstu mandatunum í Sogndal. Barndómsfelagið hjá honum, KÍ, hevur ikki havt tað gott seinastu nógvu dystirnar. Nú hava Kurt og KÍ funnið saman aftur.
Í gjár fóru tíðindini sum rótasúpan um Klaksvíkina og kring landið, at Kurt Mørkøre skuldi spæla við, tá KÍ í annaðkvøld fer at spæla landskappingardyst í Gøtu. Tað passar ikki, men tað passar, at Kurt hevur gjørt eina avtalu við KÍ:
? Eg flyti úr Sogndal og til Klaksvíkar mitt í juli. Tað vil siga, at eg veri við til fyrireikingarnar til steypafinaluna á ólavsøku. Eg gleði meg sera nógv at sleppa at spæla aftur í fremstu røð, og tað verður ikki minst spennandi at spæla í steypafinaluni ímóti B36 ólavsøkudag. Sjálvandi minnist eg sera væl, hvussu tað gekk, tá vit fyri tveimum árum síðani spældu finalu ímóti B36, sigur Kurt Mørkøre og sipar til, tá KÍ fyri júst tveimum árum síðani vann 3?1 ímóti B36.
Tað ljóðaði fyrrapartin í gjár, at Kurt Mørkøre skal hava eina ella aðra venjara uppgávu í KÍ. Vit royndu at fáa fatur í formanninum í KÍ, Svend Jacobsen, men hann var ikki at hitta. Kurt Mørkøre sigur, at hann fer til Klaksvíkar at spæla fótbólt.
Tá vit spyrja hann, um hann kennir seg at vera væl fyri, svarar hann soleiðis:
? Eg minnist sera væl síðsta dystin, sum eg spældi við KÍ. Tað var, tá vit í 1999 vunnu 2?1 ímóti HB í Gundadali. Tá eg stutt eftir kom til Sogndal vigaði eg 30 pund meiri, enn eg geri í dag. Eg venji hvønn dag, so eg vóni, at eg veri væl fyri at spæla við KÍ.
Í Klaksvík verður mett, at tað hevur alstóran týdning at fáa Kurt Mørkøre aftur. Umframt at hann er sera málsøkin, so verður víst á, at hann altíð hevur verið tann stóri íblásarin hjá hinum spælarunum. Eftir vánaligu úrslitini seinastu vikurnar er tað júst hetta, sum spælararnir hava brúk fyri, halda tey í Klaksvík.
Skorar nógv mál
Tá vit spyrja Kurt Mørkøre, um hann hevur mist alla vón um at sleppa upp í part aftur á besta liðnum í Sogndal, so ásannar hann, at tað sær ikki so ljóst út:
? Undir venjing gongst væl hjá mær. Eg havi eisini skorað nógv mál á næstbesta liðnum. Men felagið hevur síðstu vikurnar keypt fleiri spælarar, sum hava kostað nógvar pengar. Eg rokni við, at teir hava latið kanska tríggjar ferðir so nógv fyri hesar og kanska meiri enn tað, enn teir lótu fyri meg, og sjálvandi skulu hesir spælararnir brúkast. Vit eru 30 í hópinum, og bara sekstan sleppa upp í part hvørja ferð, so tað er torført, heldur Kurt Mørkøre.
Ein av seinastu spælarunum, sum Sogndal hevur keypt, er Håvard Flo. Hann er álopsmaður og hevur verið yrkisspælari í Onglandi. Sunnudagin, tá Sogndal skal spæla ímóti Odd Fellow, skal Håvard spæla við Sogndal fyri fyrstu ferð í hesum umfarinum. Kurt er á veg aftur til sítt barndómsfelag, og Håvard Flo er als ikki ókendur við Sogndal, sum er hansara barndómsfelag.
? Vit hava vant saman nú í nakrar vikur, og Håvard tykist vera sera væl fyri, heldur Kurt Mørkøre.
Í gjár visti Kurt Mørkøre ikki, um hann verður við Sogndal liðnum komandi sunnudag, men hann roknaði næstan við tí. Í síðstu viku var Kurt sjúkur fleiri dagar. Tí luttók hann ikki í venjingini, og tí varð hann ikki í hópinum seinast. Hann spældi fríggjakvøldið við 2. lið. Teir vunnu 6?2. Kurt skoraði tvey mál, og hann legði upp til trý onnur.
Um Kurt verður á besta liðnum sunnudagin, so verður hetta seinasta ferðin. Mánadagin fer hann í stutta summarfrí, og um hálvan juli verður hann aftur í Klaksvík. Tá verður fyrsta uppgávan at fyrireika seg til steypafinaluna.
? Eg gleði meg nógv at sleppa at spæla 1. deildarfótbólt aftur, og eg havi avgjørt einki ímóti, at tað verður í KÍ. Satt at siga so hava fimm føroysk feløg verið framvið, men fyri meg var tað upplagt at velja KÍ, sigur Kurt, sum eisini hevur verið í sambandi við onkur norsk og svensk feløg:
? Talan hevur verið um feløg úr næstbestu og triði bestu deiildunum, men tað havi eg ikki hildið verið áhugaverdari enn at spæla í bestu deildini í Føroyum.