Tey flestu fótbóltsfeløgini eru til reiðar at fara undir fyrireikingarnar til komandi kappingarár, og hjá nógvum byrjar venjingin longu í januar mánaði. Spælarar hava skift felag, og venjararnir eru eisini fingnir upp á pláss hjá so at siga øllum.
Undantakið í so máta er KÍ. Klaksvíkingar hava hildið óvanliga lágan profil, síðani kappingin endaði. Tað er greitt, at Jóannes Jakobsen ikki verður venjari aftur í 1999, og talan hevur eisini verið um, at fleiri av spælarunum eru á veg í onnur feløg.
Vit ringdu til liðskiparin og toppskjúttan hjá KÍ, Kurt Mørkøre, fyri at vita, hvussu stendur til hjá KÍ í løtuni.
? Eg haldi tað stendur rímiliga væl til. Venjarin er so ikki funnin enn, men starvsnevndin arbeiðir við málinum. Men vit kunnu við vissu siga, at tað ikki verður ein føroyskur venjari næsta ár, sigur KÍ-veteranurin.
Hann sigur, at tveir føroyskir venjarar hava verið upp á tal til 1. deildarliðið hjá KÍ, men hvørgin av teimum tók av, og at nevndin tí leitar eftir venjara uttanfyri landoddarnar.
Tað hevur eisini verið tosað um, at fleiri av KÍ-spælarunum eru á veg til onnur feløg, og tað er ein sannroynd, at fleiri onnur feløg hava ligið framvið eftir KÍ-arunum. Og tað skuldi eisini verið vist, at Kurt sjálvur hevur fingið tilboð aðrastaðni frá.
? Zoran Mancic verður so ikki við næsta ár, men allir hinir, sum vóru við í ár, skuldu verið við aftur næsta ár, sigur Kurt og meinar har eisini við seg sjálvan.
Tað er sum nevnt kapping millum feløgini um teir bestu spælararnar, og so skjótt kappingin í ár endaði, fóru feløgini undir at skriva sáttmálar við sínar spælarar, fyrst og fremst fyri at tryggja, at teir ikki knappliga rýma til okkurt annað felag. Kurt Mørkøre heldur, at tað, at spælararnir verða bundnir at feløgunum, er eitt upplop.
? Í løtuni hava vit feløg, sum gera sáttmála við allar sínar spælarar. Eg haldi, at tað er eitt upplop, og at tað í framtíðini ikki fara at verða meir enn 2-3 spælarar í hvørjum felag, sum verða sáttmálabundnir, heldur Kurt og tekur donsku kappingina sum dømi.
? Í Danmark hava flestu feløgini bert 4-5 spælarar, sum eru bundnir av sáttmála. Føroysku feløgini fara neyvan í longdini at hava ráð til at gera sáttmála við allar sínar spælarar, og í framtíðini fer tað helst at verða soleiðis, at spælararnir sjálvir mugu spæla seg til sáttmálar, sigur Kurt, sum roknar við, at um tað heldur fram sum nú, verður ikki leingi, fyrr enn tað skramblar saman hjá onkrum felagi.
Skulu hava tíggju lið
Nógv hevur verið tosað um støddina á ovastu deildunum, og her hevur Kurt Mørkøre eisini sína hugsan.
? Eftir mínum tykki skulu tað so avgjørt vera tíggju lið í 1. deild. Eg síggi ikki munin á topp- og botnliðunum at vera so stóran, sum nógv av okkum vilja gera hann til. HB hevði trupulleikar av Sumba, og vit høvdu trupulleikar av ÍF, vísir Kurt á.
? Hinvegin er trupulleikin hjá teimum smærru feløgunum seriøsiteturin, sum ikki er nóg góður hjá øllum spælarunum. Hjá teimum smærru feløgunum er neyðugt, at allir 11 eru seriøsir, tí annars merkist tað beinanvegin og gongur í síðsta enda út yvir alt liðið. Hjá teimum størru feløgunum merkist tað ikki so nógv, tí tey hava fleiri aðrar spælarar at seta inn í staðin, sigur Kurt.
? Tað er har, tað kiksar hjá hinum. Sjálv liðini eru ikki so vánalig, sum vit hava lyndi til at gera tey.
Kurt heldur eisini, at rákið við at teir bestu spælararnir miðsavnast í teimum størstu feløgunum, ikki er so vandamikið, sum so nógv onnur halda, og hann roknar við, at tað í framtíðini fara at verða fleiri lið, sum tað verður »áhugavert« at spæla við.
? Í løtuni er tað mest áhugavert at spæla við HB ella B36, men soleiðis fer tað ikki at vera í longdini. Eg ivist ikki í, at KÍ, GÍ og kanska eisini okkurt annað lið í Eysturoynni fer at geva havnarfeløgunum kapping um spælararnar. Men tey smærru feløgini fara at fáa tað strævið, og tað kann gerast óheppið fyri kappingina, heldur KÍ-liðskiparin.
Føroyskir spælarar
ov grenjutir
Kurt Mørkøre hevur eins og allir aðrir fótbóltsspælarar sína hugsan um føroysku dómararnir, sum hann heldur vera ov ójavnar.
? Teir hava ikki nakra greiða linju, og tað er spell. Men hinvegin haldi eg, at føroyskir fótbóltsspælarar munnu vera teir mest grenjutu í heiminum. Um tú hyggur í sjónvarpinum, sært tú so at siga ongantíð, at spælarar mótmæla avgerðunum hjá dómarunum, men í Føroyum hevur hann í heilum 11 óðar mans rundan um seg, sigur Kurt.
? Vit tosaðu um seriøsitetin hjá spælarum í áðni, og heldur ikki hjá dómarunum er seriøsiteturin altíð í lagi. Vit hava onkuntíð havt onkran dómara, sum hevur verið í býnum til klokkan fýra náttina fyri, og tað er keðiligt hjá okkum spælarum, sum venja miðvíst í tíggju mánaðir, at dómararnir ikki kunnu vera eins miðvísir, heldur Kurt Mørkøre.
KÍ skal vera millum trý tey bestu
Tað hevur verið langt millum sigrarnar hjá annars sigursvanda KÍ. Liðið bleiv føroyameistari í 1972, men so gingu 19 ár, til gullið aftur endaði í Klaksvík í 1991. Og síðani tá er tað bert blivið til nær við og næstan hjá KÍ, sum framvegis eigur flest FM-heiti at vísa á upp gjøgnum tíðirnar. Er tíðin nú aftur komin til KÍ?
? Hon hevur verið har so leingi? Ja, meistaraheitið er sjálvandi tað, man fer eftir, men seinastu árini hava vit manglað tað síðsta. Vit mugu koma upp á sama støðið, sum HB var á í fjør og B36 var á í 1997, um vit skulu gerast føroyameistarar aftur, heldur Kurt.
? Men KÍ hoyrir so í øllum førum til millum trý tey bestu liðini, sigur Kurt, sum annars roknar við, at B36 verður sera sterkt komandi ár.
Vit takka Kurt fyri prátið og kunnu samstundis avsanna tíðindini um, at hann ikki sjálvur fer at spæla við KÍ komandi ár.