Kurvabóltslandsliðið ætlar sær fyrsta oyggjaleikasigurin (FM1)

(FM1) Hjálparvenjarin hjá kurvabóltslandsliðnum og formaðurin í kurvabóltssambandinum, John N. Thomsen vitjaði SportBoxina seinnapartin

##med2##

Á triðja sinni fer føroyska kurvabóltslandsliðið hjá monnum at royna seg á oyggjaleikunum.

Landsliðsvenjararnir, Pól Jakobsen og John Norðbúð Thomsen hava úttikið hesar spælararnar til oyggjaleikirnar, ið verða í Gibraltar:

Magnus Jakobsen og Dánjal Hansen (Sporðdrekin)
Sjúrður Sivertsen og Ólavur W. Joensen (Hamar)
Bjarni W. Zachariasen og Ernesto Ferrari (Ravnur)
Rainer Latupeirissa, Kristmund Petersen og Petur Ovi J. Mørkøre (Hávur)
Fríði í Geil Jensen (Broernes Basketklub)
Steen Rói Lorenzen (Aalborg Basketball Klub)
Bastian Zachariassen (Tamalpais High School)

Liðleiðari verður Sigrid Midjord.

Hetta er triðju ferð, at kurvabóltur er umboðaður á oyggjaleikunum. Spældir verða fyrst tríggir innleiðandi dystir, har Føroyar skulu møta Jersey, Guernsey og Saaremaa.

Størst vónir eru til dystin móti Jersey, ið verður spældur sunnudagin 7. juli klokkan 9.15 føroyska tíð. FM1 arbeiðir við, at Sjúrður H. Hoydal fer at siga beinleiðis frá hesum dystinum. Kunngjørt verður nærri um hetta í komandi viku. 

Omanfyri ber til at hoyra samrøðu við John N. Thomsen, hjálparvenjara og formann í kurvabóltssambandinum. John sigur, at málið er at vinna fyrsta oyggjaleikadystin nakrantíð, og annars halda fast við menningina sum er í føroyskum kurvabólti. 

(Samrøða við John Norðbúð Thomsen)