Kurvabóltsvenjarin: Menn vóru ov fjálturstungnir

OYGGJALEIKIR: Hoyr John Norðbúð Thomsen, venjara hjá kurvabóltslandsliðnum taka samanum 33-90 tapið ímóti Gotlandi

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2/in.fo gjørdi við John Norðbúð Thomsen, venjara hjá kurvabóltslandsliðnum aftaná 33-90 tapið í Gotlandi í ICA MAXI høllini í Visby ígjár.

 

John Norðbúð Thomsen harmast, at føroysku spælararnir vóru alt ov fjálturstungnir longu frá dystarbyrjan. Bóltar, sum altíð verða settir inn undir venjing fóru við síðunnar av, og venjarin heldur eisini, at menn gjørdu ov skjótt av. Eisini var tað ørkymlandi at síggja, at so nógv frí skot (straffi) vóru misnýtt.

 

John Norðbúð Thomsen heldur, at triðja Quarter var tað væl frægasta, tá spældu menn upp til tað teir kunnu, og tá merkti hann eitt smíl frá monnum.