Kvøða til ein orðasmið

Til Jens Paula Heinesen frá Rithøvundafelag Føroya, á Landsbókasavninum 10. nov. 2002

Sum dropar av blóð eru orð.
Soleiðis eitur ein av bókunum eftir Jens Paula Heinesen, rithøvund og heiðurslim í Rithøvundafelag Føroya - eitt úrvalssavn við tekstum hansara, sum forlagið Sprotin gav út.
"Sum dropar av blóð eru orð" lýsir tað álvarsemi og ta - latið okkum bara siga - nøtrandi virðing, sum Jens Pauli heilt frá dreingjaárunum hevur havt fyri skaldskapinum, fyri orðunum. Og fyri skaldinum.
Orðini eru ikki løtt og meinaleys, heldur ikki tey, sum tykjast so, tí at øll eru tey lív og seta við sínum hvítu og reyðu blóðkroppum blóðblettir eftir seg, kanska eitt opið sár - kanska skorpnaða skruvu. Orðini, sum skrivað verða við blóði og ikki við blekki, orðini sum pína og gleða, sum særa og ugga, sum streyma í øllum kroppinum og sum dáttliga standa skorað so rimmarføst í hálsinum. Blóðorðini ella orðablóðið kunnu - ikki bara hjá rithøvundinum, uttan hjá øðrum við - vera ein spurningur um lív ella deyð.
Nógv orð hevur hann skrivað, Jens Pauli - men hann hevur eisini skrivað nógv um orðini. Hann, sum á ungum árum setti sær fyri at "standa offrinum við lið ímóti bøðlinum" - og einki minni enn tað - hevur altíð havt eitt kolandi stikni til orðavargin við svævingarknívinum, tað politiska maktmenniskjað við sínum "orðablomstrum", sum sniðgongur og misbrúkar orðini fyrst til at tøla og lokka, og so til at kúga og knúska við tí einvísa endamáli, at tú skalt annaðhvørt klappa og rópa hurrá, ella eisini geva teg undir og falla í fátt og stinga í sekkin - og Jens Pauli Heinesen hevur ongantíð viljað hvørki. -
Hansara orð tøla eisini á sín vís, men tey spretta og blomstra tess betur, jú meira tey loysa seg frá høvundsins meginstjórnandi vilja og vilja sín egna vilja, sítt egna lív, sítt egna skilvísi og sín egna alheim.
Rithøvundafelag Føroya heilsar heiðurslimi sínum á sjúti ára degnum. Felag okkara hevur nógv at takka tær fyri, Jens Pauli. Tú vart formaður í Rithøvundafelagnum í 7 ár, frá 1968 til 1975, ein tíggjundapart av lívi tínum higartil. Og tú vart góður formaður, íðin og samvitskusamur, tað veit eg av egnum royndum, av tí at eg blaðungur sat í nevndini saman við tær. Tað var í tínari formanstíð, at regluligt samstarv við hini norðurlendsku rithøvundafeløgini kom í lag. Og nú aftur eitt álitið í mentamálum kom undan kavi, havi eg hug at nevna, at tað var Jens Pauli Heinesen saman við øðrum góðum fólkum, sum tók undangonguna í tí arbeiðinum, ið gjørdist Álit í mentunarspurningum 1973, tí fyrsta av sínum slag í Føroyum. Hetta yrkisliga avrikið hevur havt stóran týdning fyri tað, ið seinni varð gjørt, og hevur tað framvegis. - Tí var ikki meira enn rímiligt, at Jens Pauli Heinesen helt veitslurøðuna á 40 ára degnum hjá Rithøvundafelag Føroya, og at hann sama kvøldið varð kosin heiðurslimur felagsins, fyrst og fremst fyri síni bókmentaligu avrik sjálvandi, men eisini sum felagsmaður.
At enda fari eg at vera so framførur at lesa nøkur orð, eg royndi at seta saman fyri mongum árum síðani, og sum eg í hesum sambandinum havi hug at kanna honum, sum í ovurmorgin - líkasum øll onnur, ið hava lív og heilsuna - verður tveir dagar eldri enn í dag:

Putlari mikli
tú orða slúkur!
Orða havnari
leitar tú kræsin
depla søkjari snávandi
orðini upp, klíggjandi.
Orðini hál sum flundra
hvørt komma sliput
sum fiskur og tari
veksur sum sápa
í munninum.

So
býðst tú, láturliga klombur,
óboðin til
sum luft-akrobatur.
Aldrin tókst tú við læru
men breytst teg
staðar ókunnur
veg inn í sirkus.
Fólkini ilskast
øtlandi
eingin gitir hyggja
og færri hirða um.
Áðrenn tú undir dundrandi
látri
søkir tær legu
á skýggjum, í kyksendi
undir havsins botni
við blóðutum blómum
í munni.

Góði Jens Pauli. Rithøvundafelag Føroya sendir tær kvøðu á degnum komandi, felagsnevndin takkar tær fyri tøk í farnum døgum og ber tær og tínum bestu góðynski allar komandi stundir.