Vegna vánaligt veður ímillum Føroyar og Ísland, er fráferðin mánadagin til Íslands við Norrønu, fyribils útsett.
Hettar hevur við sær, at Kvæða Cruise, sum skuldi verða til Íslands í morgin, er flutt til næsta mánadag, sum er tann 21. mai. Fráferðin verður sum vanligt klokkan 14:00.
Í løtuni sita starvsfólk á Smyril Line og ringja til ferðafólk ið skulu við ímorgin. Næstan øll ferðafólk hava nú fingið boðini, men tað hevur ikki verið møguligt at fingið fatur á øllum enn, sigur Smyril Line.
Ferðafólk, ið ikki hava fingið boðini, eru vælkomin at ringja á telefon 235911.