Kvígan kom fyri seg aftur

Tá Sosialurin var á vitjan í Sandoynni seinasta hósdag, hittu vit djóralæknan Bergur Hanusson frá Djóralæknatænastuni, sum hjálpti Ottar Hentze, bónda á Uttarstovugarðinun í Trøðum á Sandi, við eini sjúkari kvígu.

Tá Sosialurin var á vitjan í Sandoynni seinasta hósdag, hittu vit djóralæknan Bergur Hanusson frá Djóralæknatænastuni, sum hjálpti Ottar Hentze, bónda á Uttarstovugarðinun í Trøðum á Sandi, við eini sjúkari kvígu. Sandur: Hósdagin í farnu viku var djóralæknin Bergur Hanusson í Sandoynni, har hann m.a. hjálpti bóndanum á Uttarstovugarðinum í Trøðum á Sandi við eini kvígu, sum var vorðin sjúk. Tá kvígan skuldi kálva, fekk hon trupulleikar. Við tað at kálvurin var lutfalsliga stórur, gekk tað rættuliga illa at taka hann frá henni. Eftir føðingina hevði kvígan tað ikki gott, hon lá bert niðri og orkaði einki. Hon hevði lágan temperatur og djóralæknin gav henni okkurt stimbrandi. Tað tók tó nakrar dagar til kvígan kom fyri seg aftur, men kálvurin mátti avlívast. Uttarstovugarðurin er 6 markur við 20 mjólkineytum og 200 áseyðum.