Leygardagin klokkan 16:00 fer norðurlendski bólkurin »Kvedar« at framføra í Klingruni í Norðurlanda-húsinum. Eisini verður Nólsoyar Danisfelag við í tiltakinum, sum hevur undirheitið »Eldgamle kvad og nysmidde stev med dans - frå det nordiske ferdaskrinet«
Seks fólk manna bólkin "Kvedar", ein dansari og fimm sangarar. Sangararnir eru Aiva Insulander úr Svøríki, Marianne Maans úr Finnlandi, Agnes Buen Garnås, Halvor Håkanes og Eli Storebekken, sum øll fýra eru úr Noregi. Dansarin er Cathrine Smith, sum eisini er úr Noregi.
Tólv dansarar úr Nólsoyar Dansifelag eru eisini við, nú »Kvedar« vitja í Føroyum.
Agnes Buen Garnås er millum kendastu norðurlendsku sangarar og granskarar á hesum øki. Hon hevur m.a. givið út plátu »Rosensfole« saman við víðagitna saksofonspælaranum Jan Garbarek á plátefelagnum ECM.
Úr norðurlendska ferðaskríninum hava tey í »Kvedar« leitað fram felags norðurlendskar vísur, sum verða settar saman í eina serstaka skrá.
Framførdar verða sonevndar gátuvísur úr Eddukvæðunum, lokkavísur úr seinnu miðøld, eins og skemtivísur í ymsum skapi. Framførdu vísurnar eru bæðí úr livandi hevd og úr gomlum, skrivaðum heimildum. Hóast tekstir og løg úr ferðaskríninum hjá "Kvedar" kunnu vera túsund ára gomul, eru eisini nýsmíðað stev og vísur á skránni.
Dansarin Cathrine Smith leitar inn í hesar søgur og við dansi gevur hon aldargomlu søgunum eitt nútíðar andlit. Partur av pallmyndin eru myndir og vovið teppi, sum Nina Thormodsæter Haugen hevur tilevnað.
Tey ferðandi hava sjálvi skapt framførsluna, sum higartil hveur vitjað í Noregi, Svøríki, Finnlandi og Álandi. Føroyska framførslan hjá »Kvedar« og Nólsoyar Danisfelag verður í Klingruni í Norðurlandahúsinum leygardagin 22. februar klokkan 16:00. Atgongumerki, sum kosta 80 krónur, fáast í Húsinum.