Ringo Starr, Sean Lennon og Olivia Harrison vóru hjástødd, tá Yoko Ono tendraði sína Friðarsúlu á Viðey við Reykjavík í gjárkvøldið -Hetta er ein gáva til heimin frá John og Yoko og frá íslendsku tjóðini, segði Yoko Ono, einkjan eftir John Lennon, tá hon hevði tendrað ljósini, sum lýsa beint upp í loft og mynda ta bláligu Friðarsúluna.
Millum teirra, sum vóru komin til Íslands til hátíðarløtuna, vóru Sean Lennon, sonur John og Yoko, gamli Bettles-trummusláarin Ringo Starr og einkjan eftir George Harrison, Olivia Harrison. Serliga Ringo var hugtikin av Friðarsúluni.
-Eg kom higar bara fyri at síggja Friðarsúluna, og eg haldi, at hon er ótrúliga vøkur. Eg ivist ikki í, at John hevði verið fegin um súluna hjá konuni.
-Eg haldi, at Jonh er millum okkum. Hann er millum okkum í Íslandi í kvøld, segði Ringo Starr við blaðið Vísir.