Í kvøld ber til at uppliva supermánan, og hetta merkir, at tað er fullmáni, og mánin er nærri jørðini, enn hann plagar.
Fyribrigdið supermáni hendir, tá ið sólin, jørðin og mánin eru á rað, og ringrásin hjá mánanum er tættast við jørðina. Mánin verður 40.000 kilometrar nærri jørðini, enn vanligt.
Tú skalt tó ikki vænta at síggja nakran serligan mun á supermánanum og einum vanligum fullmána, um tú ikki ert von/vanur við at hyggja eftir mánanum. Tí er tað heldur ikki serliga nógv "super" yvir hesum fyribrigdinum. Men mánin er í øllum førum bjartari enn vanligt í kvøld.
Um mann skal síggja supermánan, krevst tað sjálvsagt, at tað ikki er yvirskýggjað.