Í kvøld klokkan 19 skipa Ráð Teirra Lesandi og MFS fyri pallborðsfundi um hægri útbúgving. Tiltakið verður í Kongshøll í Sjóðvinnuhúsinum.
Yvirskipaða evnið fyri pallborðsfundin er raðfesting og menning av hægru útbúgvingunum í Føroyum. Orðstýrari verður Rebekka Manuela Behrens.
Kjakið verður skipað í trimum pørtum:
1. Hvussu skulu útbúgvingartilboðini á hægru útbúgvingunum skipast? Herundir um tað er uppgávan hjá Setrinum at skipa útbúgvingar eftir, hvør tørvurin er á arbeiðsmarknaðinum.
2. Hvussu skal Setrið mennast? Herundir spurningar um kampus og trivnað, og hvussu Setrið kann fyribyrgja fráfalli.
3. Hvørja ábyrgd hevur samfelagið at rekrtuttera nýggja arbeiðsmegi? Og hvør er ábyrgdin hjá samfelagnum í sambandi við at byggja lestraríbúðir?
Luttakandi
Allir flokkar eru bodnir at luttaka við einum umboði úr móðurflokkinum og einum úr ungmannafelagnum. Tey luttakandi eru:
Annika Olsen, Fólkaflokkurin og Beinir Johannesen, Huxa
Helgi Abrahamsen, Sambandsflokkurin og Anna Falkenberg, Ungmannafelagið Samband
Rigmor Dam, Javnaðarflokkurin og Ingilín D. Strøm, Sosialistisk Ung
Uni Árting, Tjóðveldi og Hervør Pálsdóttir, Unga Tjóðveldi
Hanna Jensen, Framsókn og Jógvan Fríði Tróndarson, Framsøkin Ung
Steffan K. Petersen, Miðflokkurin og Jóna Nicolajsen, Ung Fyri Miðflokkin