Í kvøld kann alt vera avgjørt

Undanval til amerikanska forsetavalið verður í Indiana í nátt og tað er væl møguligt, at tá sólin rísur yvir Wabash ánni er væl møguligt, at eingin ivi longur er um, at Donald Trump verður valevni fyri republikanska flokkin.

 

Donald Trump sjálvur hevur langt síðani kunngjørt seg sjálvan sum vinnara av undanvalinum, men nú byrja møguleikarnir hjá nærmasta kappingarneytanum, Ted Cruz, at gera alsamt færri.

 

Ted Cruz má vinna í Indiana í kvøld, helst sannførandi, umframt at hann má vinna meginpartin av hinum níggju statunun, sum eftir eru. Trupulleikin er, at Donald Trump liggur á odda á veljarakanningunum í øllum 10. Skuldi Donald Trump farið avstað við øllum valdømismonnunum í kvøld, verður nærum ógjørligt at steðga honum.

 

Hjá demokratunum er eisini javnt og hóast Hillary Clinton er stórfavorittur, so roynir Bernie Sanders enn at vísa á, at einki er avgjørt enn. Hann setur sítt álit á, at hann skal forða Hillary Clinton at vinna meirilutan av heftu valdømismonnunum, so at hann á hendan hátt má noyða óheftu valdømismenninar at taka eina nýggja støðu. Tó so, um Clinton, sum liggur á odda á veljarakanningunum, skuldi vunnið meginpartin av heftu valdømismonnunum í Indiana, gerst sera torført at síggja, hvussu Bernie Sanders skal megna at koppa henni.