Í kvøld stendur slagið hjá Lindu

Hvør kemur víðari til endaliga umfarið av X-Factor verður avgjørt í kvøld. Luttakararnir skulu framføra tvey løg hvør, og trý teirra koma víðari til finaluna í X-Factor Mohammed, Sidsel, Alien Beat Club og Linda skulu í kvøld dystast um hvør teirra skal koma víðari til finaluna í X-Factor. Trý teirra verða ímillum endaligu finalistarnir, og í kvøld skulu tey framføra tvey løg fyri at prógva sín rætt til finalupláss.

 

Í semifinaluni, sum verður í kvøld, verða mannagongdirnar broyttar. Áður hava hyggjararnir atkvøtt umvegis sms-boð, og teirra atkvøður hava sett tveir luttakarar í vandabólkin. Dómararnir hava síðani tikið avgerð um hvør av luttakarunum í vandabólkinum skuldi halda fram, og hvør skuldi út av kappingini.

 

Í kvøld verður øðrvísi. Hyggjararnir fáa tað avgerandi orðið, og dómararnir missa alla ávirkan á hvør skal enda í finaluni. Hóast hetta fáa dómararnir sum vant møguleikan at siga sína hugsan um tær ymsu framførslurnar, og gestadómarin Sanne Salomonsen verður við í dómarapanelinum í kvøld.