Endurskoðaða býarætlanin kemur til aðru viðgerð í Klaksvíkar Býráð í kvøld. Stórur spenningur er um, hvat skal henda við Gerðabø, bæði millum býarfólki og politikarnar sjálvar Til fyrstu viðgerð í Februar mælti ein meiriluti í Býráðnum til at fylgja ætlanini, sum millum annað gevur Føroya Keypsamtøku loyvi at byggja handil í Gerðabø.
Men onkrar flytingar hava verið síðani síðst. Ein limur í tjóðveldisflokkinum, sum ikki var so nógv ímóti býarætlanini síðst, tí hon innihelt partvísa friðing, er nú opin fyri øðrum loysnum. Ein limur í fólkaflokkinum er í orlov, og avloysarin hevur enn ikki tikið støðu til málið. Og ein limir í sambandsflokkinum er burturstaddur, og, sum Portalurin skilur, so er ongin avloysari fyri hendan.
Fyri góðum árið síðani samtykti Klaksvíkar Býráð, at Føroya Keypsamtøka skuldi sleppa at byggja handil á einum stykki av Gerðabø.
Í Februar í ár samtykti býráðið endurskoðaðu býarætlanina í eini fyrstu viðgerð. Hetta hóast ein meiriluti í byggi- og býarskipanarnevndini mælti til at varðveita Gerðabø til alment endamál, inntil ein heildarloysn var funnin.
Fríggjadagin í farnu viku viðgjørdi Byggi- og Býarskipanarnevndini innsendu viðmerkingarnar, og ein meiriluti mælti til, at niðara helvt av Gerðabøi verður grønt øki, og ovara helvt verður sett av til alment endamál, meðan ein minniluti helt fast í uppskotið hjá býráðnum, har Føroya Keypsamtøka fær loyvi at byggja á ein part av økinum.
Onnur uppskot eru eisini innkomin frá býráðslimum.
Slagið um Gerðabø er tí ikki avgjørt, fyrr enn síðsta stemma er givin í kvøld. Býráðsfundurin byrjar klokkan hálvgum seks, og ikki ber til at siga, hvussu leingi orrustan varðar.