Í kvøld vita vit um Koks varðveitir Michelinstjørnuna

Michelinstjørnurnar verða handaðar í kvøld

Í kvøld klokkan 17.45 verður Michelin Nordic Countries Guide kunngjørd á stórfingnum tiltaki í Århus. Tá verður greitt, hvørjar Norðurlendskar matstovur verða heiðraðar við háttvirdu Michelinstjørnunum.

 

Í 2017 eydnaðist tað føroysku matstovuni, Koks, at fáa fyrstu føroysku Michelinstjørnuna narkantíð, og Koks varðveiddi stjørnuna í fjør.

 

- Hjá okkum er sum vera man stórur spenningur at vita, um tað eydnast KOKS at endurtaka bragdið og fáa stjørnuna fyri 3. ferð, sigur Gist & Vist, sum eigur Koks.

 

Sambært mat-ummælara, sum TV2 hevur tosað við, so eru útlini góð fyri, at Koks endurvinnur hávirdu stjørnuna. Ummælarin sigur, at hóast matstovan er flutt í nýggj høli, so fer tað ivaleyst ikki at ávirka, tí tað er so langt síðani, Koks flutti til Leynar. Eisini eru nakrir serfrøðingar, sum meta, at Koks hevur møguleika at fáa eina Michelinstjørnu aftrat í ár.