Her vestan av landi teir segl lótu falla
og út rann av ketum sum akkeri bar
Í lyftingi stendur hann, høvding teir kalla
av Skallagrímsslagnum hann ættborðin var.
Tey boð tit nú skipsfelagar her hoyra fella !
Sjá her fyri framman hin blálitta hella
vit taka her land og her byggja vit garð.
Tá mælti hann "Egil" tit føri til landa
alt tað sum á Knørrinum livandi er.
Her vestan av ánni várt stórtjald skal standa,
tey minnu vit reisa í nándini her.
Várt fena vit reka á grasgrønan haga
og lagaligt er yvir ánna at vaða
sum smidlig á víkina fer
Sjá fjart fyri framman seg hevjar úr dali
eitt fjall fyri norðan tað ogni eg mær.
Várt vartekin verða tað skal yvir vali
tí Egilsfjall verður júst navnið tað fær.
Tað stavnhald úr suðri tað altíð skal verða.
Ein varði um ogn og várt markatal bera
so leingi vit her verja garð
--------
Tað fløðir og fjarar at grávaksnum gjari,
smátt skolar um grønlitta hellu og sker.
Við strondina situr ein svartfuglaskari
ein undrandi flokkur ið spyrjandi er
tí her hevur mannamál áður ei ljóða
bert brimaldan her hevur runga og sjóða
og ýlandi stormar á ferð.
Her mólu við strondina bular og skrokkar
og ráðbleik av reka var urin at sjá
her almiklar klótur og dimmlittir stokkar
og siglingstrø mikil evst rokanum á
á land hevði rikið sum øldirnar runnu
ein fongur sum landnámsmenn hepnir her funnu
og við teirra føtur hann lá
Tá kyndur var eldur tann fyrsti á staðnum
og dimmgráa guðan mót loftinum lá.
Tá birtist tann glóð sum vit hoyra úr kvæðnum
sum sigld var um havið fjart eystanífra.
Tá grunda var Kvívík og enn roðar glóðin
sum fedrarnir kyndu og her liggur slóðin
tað søga og søgn boðar frá
Her stendur várt bakland og her liggur lendi
í ótald árhundrað tey húsaðust her
og øld eftir øld tað á grúgvunum brendi
til dagin í dag her í okkara verð.
Frá víkingasynum er rót vár at rokna
og ikki er eikin sjálv " Kvívíkin " hokna
og valla í bræði hon fer.
Vit eiga til felags at her er várt upphav
og vøggan hon gekk yvir fjalunum her.
Tann norrøna rót ið kom eystan av havi
væl sprottin í okkum tann kvisturin er.
Lat okkum tí æra tann arv ið vit fingu
og fylgja tí slóð sum her fedrarnir gingu
til dagur vár aftnar og fer.
----------
Tann dag ið vit seinast her fara til ferða
og greinin er fallin av rótini her.
Norð til várar frændir teir okkum tá bera,
sum heiman vert heyggjin í Fornanum er
Har sevið og grasið oss lívd skulu gerast,
har vestfallið skamt undir helluni ferðast
vær seinastu kvøður tá ber.
Uppi í Trøð
Viggo Johannesen