Triðja sunnudag í advent 14. desember 2003 fyllir Kvívíkar kirkja 100 ár.
Hátíðarhaldið byrjar fríggjakvøld 12. desember við at musikkskúlin og skúlin hava framførslur í kirkjuni kl19.
Hátíðardagin verður sum vant guðstænasta við altargongd, har Bjarni Bæk, dómpróstur, prædikar. Skriftarmál er kl.11.40.
Seinnapartin sama dag kl.16.30 verður fjølbroytt konsert við advents- og jólatónleiki. M.a. syngur barnakór í Kvívík. Vestmanna Sangkór syngur saman við sangarum úr Kvívík, og afturvið nøkrum av løgunum spæla tónleikarar úr Musikkskúlanum á floytu, klarinett og fagott. Urguleikari er Heðin Kambsdal.
Kirkjuráðið í Kvívík heldur, at tað hevði verið hugnaligt, um alt kirkjufólkið tann dagin kemur saman til ein døgverðabita í Glæmuni beint eftir guðstænastuna. Tað er bert at boða frá luttøku (hvussu nógv vaksin og børn undir 14 ár) í seinasta lagi á miðdegi fríggjadagin 28. november hjá onkrum av hesum:
Grækaris A. Joensen, fm (42 12 65), Hans Jacob Davidsen(42 12 38), Hans Martin Andreasen (42 11 57), Ninna Joensen (42 12 46), Petra Iversen (42 14 02), Súsanna Joensen (42 13 26).