Kvívíkar kommuna hevur tikið seg burtur úr ætlanini at byggja ellis- og røktarheim í Vestmanna Vestmanna kommuna og Kvívíkar kommuna skuldu byggja eitt ellis- og røktarheim í felag í Vestmanna, men nú hevur Kvívíkar kommuna tikið seg burtur úr ætlanini, so nú er Vestmanna kommuna einsamøll um byggingina.
-Økið, sum ætlanin er at byggja á, er ikki hóskandi, sigur borgarstjórin í Kvívík, Boje Christensen, við útvarpið hjá Kringvarpinum.
Upprunaliga skuldi ellis- og røktarheimið byggjast úti á Toft í Vestmanna, men eftir at fornleivdir vórðu funnar har, samtykti Vestmanna kommuna at byggja heimið á Grønanesi. Tað staðið heldur Kvívíkar kommuna ikki vera egnað til endamálið.