Kvívíkar sókn fingið søgubók

Í sambandi við at Rólant Lenvig, fyrrverandi lærari í Kvívík, hevur skrivað bókina "Kvívíkar sókn í søgu og søgn" fyri Kvívíkar Kommunu, var móttøka í Glæmuni í Kvívík hóskvøldið

Hóskvøldið 23. oktober var móttøka í Glæmuni í Kvívík í sambandi við at bókin, "Kvívíkar sókn í søgu og søgn", var komin út. Tað er Rólant Lenvig, fyrrverndi lærari í Kvíkvík, sum hevur skrivað bókina fyri Kvívíkar Kommunu.
Kvívíkar kommuna er útgevari av bókini og øll húski í Kvívíkar sókn fáa eitt eintak av bókini.
Nógv fólk vóru komin saman í Glæmuni hetta kvøldið, har Rólant Lenvig segði frá arbeiðinum við bókini, og vegna Kvívíkar Kommunu takkaði Randi Jacobsen, bygdaráðslimur, Rólanti fyri eitt dygdararbeiði.
Rólant sigur í formælinum til bókina m.a. at Kvívíkar sóknarsøga er ikki nakar lættur lestur, tí nógv av tí, sum har stendur, er avskrift úr tingbókum av teimum nógvu og drúgvu sakarmálum, sum prestarnir høvdu við fólk í Kvívík og aðrastaðni, handskrivað við gotiskari skrift, sum ikki er løtt at lesa, samanblandað við gomlum donskum máli og einstøkum føroyskum orðum, við fronskum, latínskum, týskum og enskum orðum og vendingum, sum vóru skeivt stavsett; men við góðari viðgerð hevur tað eydnast at fáa greiði á tí mesta, so at bókin sum heild kann sigast at vera álítandi tekstur og at tann, sum gevur sær stundir og gjølliga lesur í bókini, kann fáa hópin av vitan um, hvussu okkara forfedrar hava balst her á landi undan okkum.
Rólant er 82 ára gamal, ættaður úr Hesti. Hann tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1950, og hann var lærari í Kvívík frá 1951, til hann legði frá sær 1. september 1990. Meðan hann var lærari í Kvívík, búði hann har, men síðan hann fór frá sum lærari, hevur hann búð í Havn. Rólant hevur altíð verið áhugaður í søgu, og síðan hann av fyrstan tíð kom til Kvívíkar, hevur hann sett seg inn í søguna har í sóknini.