Leygardagin var serstakur dagur í Kvívík, tá nýggja bingjuplássið varð tikið í nýtslu.
Hetta hendi við eina samkomu á plássinum tey nevna Norði á Brúnum seinasta leygardag.
Nýggja bingjuplássið verður opið tríggjar dagar um vikuna – mánadag og mikudag frá kl. 17 til 19, og leygardag frá kl. 14 til 17.
Nú fáa kvívíkingar møguleika at skilja ruskið frá húsarhaldinum í trý ymisk støð: Pappírið skal í eina bingju, ruskið frá húsarhaldunum skal í eina aðra, og jarn og tílíkt í eina triðju.
Í samband við upplatingina av hesum nýggja bingjuplássinum eru tey gomlu bingjuplássini í Kvívík og í Leynum løgd niður.
- Kostnaðurin fyri plássið til móttøkuna er íalt 1,2 mió kr. Peningurin verður goldin yvir raksturin, sigur Boje Christensen, borgarstjóri í Kvívík.