Nú kemur »Søga og stev 3«, sum í høvuðsheitum hýsir kvæðum, ið yrkt eru eftir íslendingasøgum ella kongssøgum, sum eisini vórðu til í Íslandi.
Í bókini verða hesi kvæði viðgjørd: »Grettis kvæði«, »Kjartan Ólavsson«, »Gunnar av Líðarenda«, »Gunnars kvæði«, »Geyti Áslaksson« og »Trøllini í Hornalondum«.
Á kápuni eru myndir úr gitna »Bayeux-tjaldinum«, sum sigur frá innrás Viljorms Hertakarans í Onglandi í 1066.
Bókin er stívliga 180 síður, fæst bara innbundin og kostar kr. 150,- fyri ein-takið.