Fyribyrging:
Influensan smittar gjøgnum luftina, tá tú ert saman við smittaðum fólki. Og hon smittar lætt. Sjúkan smittar frá nøs, hálsi, lungum og umvegis hendurnar, sum ofta verða dálkaðar av hosta ella njósi. Minst tí til at vaska hendurnar ofta –og altíð áðrenn tú fært tær at eta. Smáu sprittdunkarnir, sum gjørdust smartir, tá H1N1 floreraði, eru eitt gott tipp. Lær eisini børnini at vaska hendurnar ofta, serliga tá tey ganga í barnagarði ella skúla. Lat vera við at nerta eygu, munnu og nøs, tá tú hevur verið úti millum fólk. Ert tú saman við onkrum, sum er sjúkur, halt teg so tveir metrar frá viðkomandi.
Til ber at koppseta seg ímóti krími, og tað verður viðmælt eldri fólki og teimum, ið hava veika immunverju. Tað skal helst gerast tíðliga um heystið, tí koppsetingin virkar ikki fyrr enn 3-4 vikur eftir, at sproytan er givin. Virusið broytist hvørt ár, og tí er neyðugt at koppseta seg einaferð árliga. Besta verjan er tó at hava eina góða immunverju, og tað fært tú við at eta sunt og røra teg regluliga.
Summi halda, at slavin luft ella kuldi kann elva til krím, men tað er ikki rætt. Um hitin tó skiftir brádliga, kann tað skunda undir sjúkueyðkennini.
Tá tú hevur fingið smittuna:
Tú kanst smitta onnur longu dagin fyri, at tú sjálvur merkir nøkur sjúkueyðkenni. Vaksin fólk smitta so leingi, tey eru sjúk og hava fepur, meðan smá børn kunnu smitta í fleiri dagar eftir, at tey eru eru fepurfrí. So skjótt tú merkir byrjandi eyðkennini, eigur tú tí at skunda tær til hús, og halda teg fyri teg sjálvan, so tú ikki smittar onnur. Minst til at vaska hendurnar ofta og njós og hosta í ermuna, um tú býrt saman við øðrum. Krímsjúk børn eiga at verða hildin heima í nakrar dagar eftir, at tey annars sýnast frísk.
Tað er týdningarmikið at drekka nógv, tí tú missir nógva vætu, tá tú hevur fepur. Heitir drykkir linna sárar hálsar, so tað er upplagt. Bint frið, legg teg í seingina og sov so nógv, tú hevur tørv á. Lat vera við at roykja ella drekka alkohol, tí tað kann leingja um sjúkutíðina. Linnandi heilivágur fæst eisini, til dømis hostasaft, um tú hostar illa, ella pínustillandi medisin við paracetamol, sum slær fepurin niður. Tú fært tað betri av heiligvágnum, men minst til, at tú framvegis ert sjúkur, og tí mást binda frið innandura.
Um sjúkan ikki er horvin eftir eini viku, eigur tú at fara til læknan, tí krímið kann menna seg til lungnabruna, millumoyrabruna ella bruna í hjáholunum.
Ert tú við barn skalt tú vita, at tað kann kennast verri enn bert ein vanlig krímsjúka, men tað er ikki vandamikið fyri barnið.