Amerikanskur fótbóltur er ikki tann ítróttur, sum føroyingar hava størstan áhuga í. Men fyri amerikanarar er finalan, Super Bowl, hæddarpunktið á árinum Frá september mánaði og árið út verður kapast í tveimum kappingum í amerikanskum fótbólti. Alt hetta endar við, at sekstan lið fara víðari til Play-offs, og fyri mong lið er hetta succes-kriteriið.
Seinasta vikuskiftið vóru áttandaparts finalurnar, og í kvøld verða so kvartfinalurnar leiktar.
Hetta árið hava New England Patriots vunnið allar sekstan dystirnar í grundspælinum, og tað er met. Tí verður eisini hildið, at teir sum minsta mál enda í Super Bowl, men flestu halda, at teir eisini fara at gerast meistarar.
Dystirnir, sum verða í kvøld, eru:
New England Patriots vs Jackonville Jaguars
Indianapolis Colts vs San Diego Chargers
Dallas Cowboys vs New York Giants
Green Bay Packers vs Seattle Seahawks