Kveik ung millum 16-25 ár

Í sambandi við verkætlanina ABC fyri sálarliga heilsu, er Fólkaheilsuráðið í ferð við eitt nýtt átak, ið serliga er ætlað ungum. ABC átakið eitur “Kveik ung” og byggir á tvær verkstovur. Ein er fyri ung millum 16-25 ár og ein er fyri fólk, ið hava samband við ella arbeiða við ungum í hesum aldri

 

Á verkstovuni “Kveik Ung – ungdómskveikjari” fáa ung millum 16-25 ár møguleika fyri at gerast ein ungdómskveikjari. Hetta er ein stuttlig verkstova, ið snýr seg um at læra tey ungu, hvussu tey kunnu ansa eftir og betra um sálarligu heilsuna hjá sær sjálvum, sínum vinum og javnaldrum, skrivar Fólkaheilsuráðið í tíðindaskrivi. 

Á verkstovuni “Kveik Ung – stuðla ungum” kunnu fólk, ið hava samband við ella arbeiða við ungum, sum eitt nú lærarar, venjarar, ungdómsráðgevar, foreldur og onnur, førleikamenna seg til at stuðla Ungdóms Kveikjarum og eggja øðrum ungum at gerast meira virkin í sálarliga heilsufremjandi virksemi.

Fólkaheilsuráðið fær serstaka vitjan úr Avstralia av stigtakaranum til átakið, Darci Miller, ið fer at standa fyri verkstovunum. Hetta verða fyrstu verkstovurnar uttanfyri Avstralia.

Hví eitt serligt átak fyri ung?

Á sama hátt sum í norðurlondum og í Avstralia, so eru ábendingar í Føroyum um, at talið økist á ungum, ið ikki trívast í gerandisdegnum vegna sálarligar trupulleikar. Fjórði hvør í aldrinum 18-29 ár sigur seg hava ringa sálarliga heilsustøðu, sambært kanning hjá Fólkaheilsuráðnum. Tó er ikki neyðugt bert at hyggja svartskygt uppá støðuna, tí tað er ymiskt ung og onnur kunnu gera, fyri at uppbyggja mótstøðuføri, skapa góða sálarliga heilsu og verja okkum móti sálarligum trupulleikum. Tí tekur átakið Kveik Ung støði í boðskapunum í ABC fyri sálarliga heilsu fyri at geva ungum evnini til at hjálpa sínum javnaldrum at gerast virkin í sálarliga heilsufremjandi virksemi.

– Vit vita at ung hava lyndi til at venda sær til vinir fyri at fáa stuðul, tá ymiskt ikki gongur so gott, og er hetta orsøkin til, at tað hevur týdning at vit læra ung at stuðla hvørjum øðrum og eggja hvørjum øðrum til at gera ymiskt, ið er gott fyri sálarligu heilsuna, sigur Darci Miller. 

Verkstovurnar vera í Sjóvinnuhúsinum í Havn seinnapartarnar 14. og 15. august. Tiltøkini eru ókeypis.