Kvettmakarar nokta av yvirgeva seg

Samanbrestir eru framvegis millum stýrið hjá Erdogan og kvettmakarar í Turkalandi

Ófriðurin í Turkalandi í sambandi við kvettroyndina ímóti forsetanum Erdogan fríggjakvøldið og leygarnáttina er ikki av enn.

Tíðindastovan AFP skrivar, at fleiri staðni í Turkalandi eru framvegis samanbrestir millum trygdarlið hjá Erdogan og fólk, ið stuðla kvettroyndini ímóti forsetanum.

Við ein flogvøll í Istanbul royndu kvettmakarar at sleppa undan hernaðarliðum, men teir máttu at enda yvirgeva seg.

Í milliónabýnum Konya hava samanbrestir í dag verið millum myndugleikar og stuðlar av kvettroyndini. Har nokta kvettmakararnir at yvirgeva seg.

Tað vóru partar av herinum, sum fríggjakvøldið royndu at yvirtaka valdið í Turkalandi, men royndin miseydnaðist. Millum annað tí at sivilfólk í stórum tali fóru út á gøturnar at stuðla Erdogan. Óvápnað fólk fóru óttaleys ímóti stríðsvognum fyri at steðga teimum.

Erdogan forseti hevur í dag biðið sínar stuðlar um verða verðandi úti á almennum støðum komandi dagarnar.