Aðalorðaskifti á Tingi um uppskotið hjá Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu í mentamálum, um ein public service-sáttmála millum Mentamálaráðið og Kringvarp Føroya, byrjaði í morgun klokkan 9. Ella tað vil siga nakrar minuttir eftir, tí teknikkurin vildi ikki heilt rigga, tá orðaskiftið skuldi byrja.
Sjúrður Skaale var framsøgumaður hjá Tjóðveldi og fyrstur á røðarapallinum. Hann segði, at vit ongantíð dubbaðu okkara almennu miðlar, og at tað var ein fatalur brølari.
- Tá sjónvarpið tók seg fram, og fólk í øllum londum kundu síggja tað sama samstundis, ásannaðu myndugleikar í flestu londum, at skuldu tey varðveita teirra egna samleika og mentan, var neyðugt at styrkja um miðlarnar, samstundis sum tað útlendska bleiv laga til okkara egna land og mentan. Og har fylgdu vit ikki við, segði Sjúrður Skaale.
Hann segði, at sum nú er framleiða vit føroyskt so langt sum pengarnir røkka, og taka so danskt fyri rest.
- Tað kann jú altíð kjakast um, hvørt it skulu hava eitt alment kringvarp ella ikki. Tað kann verða ein vandi fyri, at sendingar og journalistar dovna, tá pengarnir bara koma dettandi niður í føvningin á teimum. Hinvegin kann tað eisini gera kjakið meira sakligt, tá ikki er neyðugt at hugsa um, at søgan skal selja, segði Sjúrður Skaale.
Ikki kapping
Hann nam eisini við spurningin um, antin kringvarpið skal fíggjast um skattin ella sum nú er umvegis eitt kringvarpsgjald.
- Public Service er ein tjóðarbygging, og tí hevði verið skilabest at fíggja stovnin yvir skattin. Ein kann jú spyrja seg sjálvan, hví kringvarpið er einasti stovnur, sum verður fíggjaður við serligum gjaldi, segði Sjúrður Skaale.
Hann helt kortini, at tað kann vera ein ávísur sannleiki í, at tá fólk rinda kringvarpsgjald, verða tey meiri tilvitað um, hvat tað er, tey rinda fyri. Hinvegin heldur hann ikki tað er rætt, at pilka ein einstakan stovn burtur úr rúgvuni og serfíggja hann.
- Tí er nógv snøggast, um eisini kringvarpið varð fíggjað um skattin, segði Sjúrður Skaale.
Hann var eisini rættiliga avgjørdur um alternativar inntøkur til kringvarpið.
- Tað er í fínasta lagi at lata sjónvarpið senda lýsingar, tí har er talan um eitt hondverk, ið ikki fær innivist aðrastaðni. Men tá landsstýriskvinnan mælir til at niðurlaða lýsingarnar í útvarpinum, so taki eg fult undir við tí, segði framsøgumaður Tjóðveldis.
Hann segði, at almenna kringvarpið ikki skal fara í kapping við tað privata, hvørki so ella so.
- Tað má ongantíð henda aftur, ið vit upplivdu á Oyggjaleikunum á Álandi, har ein útvarpsmaður frá útvarpinum og ein frá Rás2 stóðu mest sum lið um lið og varpaðu út ta somu svimjikappingina, tann sama flogbóltsdystin ella tann sama borðtennisdystin, segði Sjúrður Skaale.
Vánalig timing
Har, sum tað privata røkkur, skal tað almenna halda seg burtur frá, vóru greiðu boðini frá framsøgumanni Tjóðveldis.
Hann helt, at við einstøkum undantøkum kundi hann og restin av Tjóðveldi taka undir við sáttmálanum millum Mentamálaráðið og Kringvarpið.
Framsøgumaðurin hjá Sambandsflokkinum var hinvegin sera atfinningarsamur móti bæði uppskotinum og serliga tíðarbilinum, har tað er lagt fyri Tingið til aðalorðaskifti.
- Landsstýrisfólkini hava als ikki skilt álvarsligu støðuna, sum landið er í. Og at leggja eitt slíkt uppskot fram til aðalorðaskifti mitt meðan viðgerðin av fíggjarlógaruppskotinum er fyri, líkist ongum, segði Magni Laksáfoss.
Hann skýrdi uppskotið alt ov lítið ítøkiligt og alt ov veikt orðað.
- »Virka fyri«, »stuðla uppundir« og »miða ímóti« eru alt ov veikar orðingar, og hóast tað stendur í viðmerkingunum, at tað skal bera til at máta úrslitið av hesum sáttmálanum, so eru so at siga eingi øki, har tað ber til at máta nakað sum helst, segði Magni Laksáfoss.
Hann kom eisini inn á spurningin um, hvussu tað er við teimum privatu miðlunum.
- Í USA verður væntað, at øll tey stóru bløðini eru burtur um eitt ár. Í so at siga ølum londunum uttan um okkum fáa bløðini útberingarstuðul, meðan vit í Føroyum ikki lata eina einastu almennu krónu til hetta, segði Magni Laksáfoss.
Útlicitera
Jógvan á Lakjuni úr Fólkaflokkinum var stórt sæð nøgdur við uppskotið, tó at onkrazr smábroytingar høvdu verið upp á sítt pláss. Og eisini hann helt tað vera eitt gott tiltak, at niðurlaða lúysingarnar í útvarpinum.
- At lýsingarnar í útvarpinum verða skornar so líðandi burtur er gott, og tað samsvara eisini til vilja hjá Løgtinginum, tá nýggja kringvarpslógin varð samtykt fyri trimum árum síðani, segði Jógvan á Lakjuni.
Hann kom eisini stutt inn á spurningin um, hvussu kringvarpið skal fíggjast, men var avgjørdur í einum máli.
- Kringvarpsgjaldið er so høgt í dag, at tað snøgt sagt ikki kann hækkast meiri, segði Jógvan á Lakjuni.
Bill Justinussen segði í viðmerking, at skipast átti so fyri, at public service skyldan átti at verið útliciterað.
- Tað átti at verið so, at eitt toymi frá til dømis Rás2 ella øðrum kundu boðið seg fram at skipa fyri barnasendingunum, og ikki sum nú, at alt neyðturviliga skal framleiðast ella umsitast av kringvarpinum, segði Bill Justinussen.
Hann helt, at tað átti at bera til at útlicitera øki hvør sær, so onnur kundu leiga seg inn í studio hjá kringvarpinum við sendingum.
- Spurningurin er, um vit ikki heilt eiga at umskipa kringvarpsøkið, so tey privatu í størri mun kundu verið við í framleiðsluni, segði Bill Justinussen.