KVF orrusta: Her er ætlanarskrivið um uppsøgn

Tann 30. november fekk Liljan Weihe, tíðindaleiðari í Kringvarpinum, handað eitt ætlanarskriv um uppsøgn frá Johnny í Grótinum, stjóra í Kringvarpinum. Hvørgin teirra vil úttala seg, meðan hoyringstíðin er. Freistin hjá Liljuni Weihe at svara ætlanarskrivinum er komandi hósdag. 

Ætlanarskrivið kom í kjalarvørrinum av temaið í Sosialinum um klagur, sum sendar eru frá tíðindaleiðaranum til Kringvarpsstýrið. Miðlahúsið hevur fingið innlit í ætlanarskrivið, sum sæst her: 

 

 

 

Ætlanarskriv um uppsøgn

Tað skal við hesum verða boðað frá, at Kringvarpið hevur ætlan um at siga tygum úr starvi. Ætlanin er at siga tygum upp við fimm mánaða freist, sum er varslið sambært setanarbrævi tínum, tá starvstíð tín er styttri enn 8 ár og 7 mánaðir.

Orsøkin til uppsøgnina er, at stórin kann ikki góðtaka tygara illoyala atburð móti stjóranum og móti stovninum, sum m.a. er komin til sjóndar seinastu dagarnar.

Stjórin hevur ikki kunnað fyrihildið seg til hesi viðurskifti fyrrenn nú, tí kringvarpsstjórin hevur ikki fingið innlit í hesi viðurskifti fyrrenn hósdagin tann 23. november 2017. Kringvarpsstjórin hevur beinanvegin tikið hesi viðurskifti upp við tygum, tá tygum møttu til arbeiðis tann 27. november 2017 fyri at geva tygum høvi til at greiða nærri frá.

Viðlagt er fundarfrásøgn frá fundinum í gjár tann 27. november 2017.

 

 

 

Viðlagdar eru eisini

- greinar í VikuskiftisSosialinum,

- teldubræv frá Rúna Heinesen, stýrisformanni, til stýrislimir og kringvarpsstóran, dagfest 23. november 2017, og

- teldubræv tygara við notati til Rúna Heinesen, stýrisformann, dagfest 24. oktober 2017.

 

Tað snýr seg m.a. um notat tygara, dagfest 23. oktober 2017, har tygum m.a. hava lagt kringvarpsstjóran undir at hava blandað seg nógv upp í tíðindaflutningin í sambandi við dekningin av skattamálinum hjá Betri Banka. Tygum meta, at hendan uppíblandingin hjá stjóranum stríðir ímóti kringvarpslógini, tí stjórin og Regin Hammer eru vinmenn. Tygum leggja sostatt stjóran undir at fremja lógarbrot.

 

 

 

Tygum skriva eisini, at tygum halda, at kringvarpsstjórin hevur tikið leiklutin á seg sum yvirtíðindaredaktørur, og at kringvarpsstjórin á hendan hátt forðar tykkum sum journalistar í at gera tykkara arbeiði, og at tað somuleiðis kann gerast ein trupulleiki hjá stjóranum sjálvum.

Tygum gera galdandi, at hendan uppíblandingin hjá kringvarpsstjóranum hevur fingið avleiðingar fyri tíðindaflutningin. Eisini leggja tygum kringvarpsstjóran undir at hótta trúvirðið hjá Kringvarpinum.

Sum grundgeving fyri hesum páhaldi hava tygum m.a. víst á, at stjórin skal hava gjørt avtalu við Eyðun Mørkøre um, at hann skal sleppa í sjónvarpsstovuna at greiða frá sínum sjónarmiðum um frágreiðingina frá Bárði Larsen uttan at kunnað tíðindaleiðaran, redaktørin ella journalistin um tað.

Tygum rógva eisini framundir, at tað ber til at gera avtalur við kringvarpsstjóran um at sleppa framat mikrofonum Kringvarpsins.

 

 

 

Hesar grundgevingar eru ósannar, tí stjórin hevur ikki bjóðað Eyðuni Mørkøre framat mikrofonum kringvarpsins. Eisini redaktørurin Ivan Niclasen avsannar, at tað fyriheldur seg soleiðis.

Ivan Niclasen skrivar enntá í almennum skrivi sent til fjølmiðlarnar, at tygum vóru vitandi um, at kringvarpsstjórin ikki hevði bjóðað Eðyuni Mørkøre framat mikrofonum Kringvarpsins. Í innanhýsis skrivi til stýrisformann og kringvarpsstjóra ávarar Ivan Niclasen eisini um fylgjurnar av atburði tygara: ”Tað er til óbótaligan skaða fyri okkara public service stovn, at ivi á hendan hátt verður sáddur um integritet og trúvirðið í tíðindaflutninginum. Sum redaktørur havi eg trupult við at verja okkara arbeiði alment, tá ivi verður sáddur um hetta frá keldum í KvF”.

Tygum ásannaðu eisini á fundinum tann 27. november 2017, at hendan orðingin í tygara notati um, at kringvarpsstjórin hevði bjóðað Eyðuni Mørkøre í studio var skeiv.

 

 

 

Í staðin fyri at m.a. fáa avklárað hesi viðurskifti við kringvarpsstjóran, um tað var eitt ivamál, hava tygum valt at senda hesi ósannindi beinleiðis til Rúna Heinesen,stýrisformann.

Rúni Heinesen, stýrisformaður, nevndi fyri kringvarpsstjóranum, at tygum høvdu ringt til hansara um tað, sum tygum mettu var ein gegnistrupulleiki hjá kringvarpsstjóranum. Kringvarpsstjórin var í tí sambandi ikki kunnugur við upplýsingarnar í tygara notati. Rúni Heinesen vísti tygum til kringvarpsstjóran.

Á fundi við kringvarpsstjóran og restina av leiðslubólkinum greiddi tú frá parti av innihaldinum í notatinum, sum kringvarpsstjórin við tað sama kundi afturvísa. Allíkavæl hava tygum eisini sent somu ósannindi til onnur starvsfólk, soleiðis at hesi somu ósannindi eru at lesa í VikuskiftisSosialinum tann 24. november 2017.

 

 

 

Á fundinum við kringvarpsstjóran tann 27. november 2017, vildu tygum ikki upplýsa, hvørjum tygum hava sent notatið til, men tygum váttaðu at hava sent notatið til fleiri.

Barbara Holm, blaðstjóri á Sosialinum, hevur á tíðindaportalunum váttað, at hon hevur fingið innlit í hesi somu skriv, sum tygum hava sent til Rúna Heinesen, stýrisformann.

Hendan ósanna ákæran tygara móti kringvarpsstjóranum, ið sostatt átti at verið avklárað innanhýsis, fyllir nær um alla forsíðuna í VikuskiftisSosialinum undir yvirskriftini ”Ófriður í Kringvarpinum” og ”Hava klagað stjóran”.

 

 

 

Harumframt fyllir hendan søgan heilar fimm fullar síður í VikuskiftisSosialinum undir sera neiligu yvirskriftunum ”Stríð í Kringvarpinum”, ”Stjórin klagaður til stýrið”, ”Gegnistrupulleikar”, og ”Johnny í Grótinum tætt tilknýti til skattamálið”.

Tað er eisin illoyalt móti leiðsluni og stovninum, at tygum uppá fyrispurning frá Sosialinum, um, hvørt tygum hava álit á stjóranum fyri Kringvarpinum, verða endurgivin fyri at úttala tygum um, at tað hava tygum onga meining um enn, tí stjórin hevur verið ov stutt í starvinum til tað.

Slík úttalilsir eru við til at undirminera trúvirðið hjá leiðsluni á stovninum, m.a. tí tað kann av starvsfólkum á stovninum og av uttanfyristandandi uppfatast sum, at tað eru tygum, sum skulu eftirmeta stjóran fyri at vita, um tað er grundarlag fyri at hava álit á stjóranum.

 

 

 

Tað fyrikemur eisini órógvandi, at tygum ikki látast til at skilja álvaran í hesum illoyala atburði tygara. Tí tá tygum á fundinum við kringvarpsstjóran tann 27. november 2017 verða konfronterað við hesar søgur í VikuskiftisSosialinum halda tygum, at tað einans er ein stormur í einum vatnglasi.

Stjórin metir, at tygum við hesum illoyala atburði tygara móti stovninum hava skatt umdømið hjá stovninum og álitið á leiðsluna millum starvsfólk á stovninum og onnur uttanfyristandandi á ein slíkan hátt, at leiðslan ætlar at siga tygum úr starvi.

Tygum hava rætt til at verða hoyrd um ætlaðu uppsøgnina og orsakirnar til hesa og rætt til at gera tygara viðmerkingar til viðurskiftini, ið liggja til grund fyri, at Kringvarpið ætlar at siga tygum úr starvi.

 

 

 

Viðmerkingarnar skulu verða Kringvarpinum í hendi innan 14 dagar eftir, at tygum hava móttikið hetta skriv. Eru ongar viðmerkingar móttiknar innan ásettu freist, verður avgerð tikin við grundarlagi í teimum verandi upplýsingunum í málinum.

Um uppsøgnin verður framd, fáa tygum nágreiniligt skriv um lønar- og tænastualdur. Tygum fáa løn í uppsagnartíðini.

Um spurningar eru til ætlanarskrivið, eru tygum vælkomin at venda tygum til undirritaða.

BLF verður kunnað um ætlanina um uppsøgn. BLF fær ikki avrit av hesum ætlanarskrivi. Um onnur skulu kunnast, mugu tygum sjálv gera hetta.

 

 

 

Vinarliga

Johnny í Grótinum, kringvarpsstjóri.