Kvikur og sportligur mini

Suzuki eru nú komnir við einari nýggjari útgávu av tí væl umtókta Swift við 1,6 litur motori og 125 hk. Í mun til vanliga Swift er her talan um ein kvikan sportbil við t.d. tveimum útstoytum, strammum undirvogni og 16” hjólum sum standard

 

Nýggi Suzuki Swift er ein góð søluvøra um allan heim. Tað er nógv sum týður upp, á at designararnir hava havt nýggja Mini sum fyrimynd, tá teir teknaðu Suzuki Swift.
 
Við hesum nýggja Swift 1,6 Sport fara Suzuki so í beinleiðis kapping við Mini. Bilarnir eru í somu stødd, og Swift 1,6 Sport og Mini Cooper hava so gott sum somu data. Tað einasta teir ikki kunnu kappast um er prísurin. Mini Cooper er meira enn 100.000 krónur dýrari enn Swift Sport. Høgi prísinum ger sjálvandi, at Mini altíð verður tann meira sjaldsami at møta í ferðsluni.
 
Men aftur til Swift Sport. Suzuki hava rættuliga sligið seymin á høvdið við hesum bilinum. 
Bæði motorurin og sjálvur bilurin er nakað fyri seg. Rættuliga nógv er gjørt burtur úr motorinum við t.d. poleraðum innsúgvingsmanifoldum og sergjørdum stemplum. Motorurin vil nakað og ljóðar  veruliga av nøkrum gjøgnum dupultu útstoytsrørini. Bilurin hevur 125 hk og koyrir frá 0-100 km/t upp á 8,9 sekund.
 
Toppferðin er 200 km/t, og koyrieginleikarnir liva fult upp til tað. Undirvognurin er heilt annarleiðis enn á vanliga Swift, bæði fjaðrar, stoytdoyvarar og bremsur eru gjørd til høga ferð á motorvegi.    
 
Kvaliteturin og trygdin eru á sera høgum støði. Bilurin er væl gjørdur heilt niður í smálutir.
Kabinan er flott og sportlig við t.d. leðurratti við alu-look, alu-look á instrumentborðinum og á hurðapanelinum, eins og pedalirnar eru úr rustfríum stáli. 16” hjól eru standard.
 
Hóast Suzuki Swift fáast við bæði trimum og fimm hurðum, verður Swift Sport einans gjørdur við trimum hurðum.
 
Bilurin kann síggjast og roynast hjá Berg Motors. Prísurin er kr. 195.990.