Kvinna 10 ár

Í samband við at blaðið Kvinna fyllir 10 ár, verður dagurin hátíðarhildin við einum stórum jubileumsblaðið, og einum føðingardagsshowið í Norðurlandahúsinum komandi leygardag.

 

Av tí at Kvinna fyllir 10 ár, varð tað gjórt eyka nógv burturúr jubileumsblaðnum, ið kom á gøtuna tann 26 septembur.

- Hetta er tað stórsta kvinnublaðið nakrantíð, og hetta er eisini fyrstu fer at blaðið hevur rygg, sigur Siri Sørensen, blaðstjóri á Kvinnu.

 

Kvinnurnar aftanfyri Kvinnu hildu tað verða stuttligt at gera blaðið eitt sindur øðrvísi, nú tað fyllur 10ár. Eitt, sum er serstakt við blaðnum hesafer er, at ein kann síggja allar tær 76 forsíðurnar, ið hava verið á Kvinnublaðnum seinastu 10árini.

 

Til stóra føðingardagsshowið í Norðurlandahúsinum verður tað eisini gjørt sera nógv burturúr. Katrin Kallsberg fer at halda eina gallarøðu, og eisini verður bæði tónleikur við millum annað Kristinu Bærendsen og Lenu Anderssen, og eitt stórt mótashow við kvinnum, ið hava verið á forsíðuni á Kvinnu seinastu 10 árini.

 

- Tað er ótrúliga stórt at eitt blað sum Kvinna hevur klára seg í Føroyum í 10ár, og hetta eru vit sera stoltar av, og ynskja tí at hátíðarhalda tað, sigur Siri at enda.