Ein kvinna, sum var fyri einum ferðsluóhappi í Havn hósdagin, doyði í gjár Ein kvinna, sum hósdagin kom út fyri ein bil víð Jóanesar Paturssonargøtu í Havn, doyði í gjár. Tað sigur útvarpið hkjá Kringvarpinum frá løgregluni í Havn.
Ein lastbilur, sum kom av Dalavegnum, koyrdi út fyri kvinnuna við Jóannesar Paturssonargøtu um 11 tíðina hósdagin. Kvinnan kom ongantíð rættiliga fyri seg og doyði av løstunum, sum hon fekk.
Nógv fólk var í býnum í nátt, og løgreglan hevði úr at gera. Í Klaksvík varð herverk framt ímóti einum politibili. Ein maður, sum varð handtikin, bleiv óður og sparkaði bilin so illa, at hurðin buglaðist. Mál verður reist móti manninum, swigur Kringvarpið.