Kvinna dripin í Nuuk

Um níggju tíðina fríggjakvøldið fekk løgreglan í Nuuk fráboðan um, at húsaófriður hevði verið í einari íbúð í býarpartinum Nuussuaq í Nuuk Tá løgreglan kom á staðið varð staðfest, at ein 43 ára gomul kvinna lá deyð í íbúðini.

Ein tíma seinni varð ein 42 ára gamal maður handtikin og skuldsettur fyri dráp. Maðurin var seinnapartin leygardagin í rættinum í Nuuk fyribils afturhildin í fýra vikur, meðan løgreglan kannar málið.

Rættarfundurin var fyri afturlatnum hurðum, so nærri kann einki sigast um málið enn.

Kvinnan og skuldsetti maðurin búðu ikki saman, men høvdu samband við hvørt annað. Kvinnan átti eina vaksna dóttir, skrivar Kristian Dahl, løgreglumaður úr Nuuk.