Kvinna í 8. mánað dømd til deyða

Ein dómstólur í Sudan hevur dømt eina 27 ára gamla kvinnu, sum er við barn, til deyða fyri at vanvirða islamsku trúnna.

Kvinnan er kristin, men í rættinum bleiv hon dømd, sum var hon muslimur. Dómstólurin gjørdi eisini av, at kvinnan skal hava 100 koyrlasløg.

 

Tann 27 ára gamla Meriam Yehya Ibrahim varð eisini dømd fyri ótrúskap, tí hjúnarband hennara við kristnan mann verður ikki góðkent í Sudan. Revsingin fyri hetta brotið var 100 koyrlasløg. Kvinnan, sum er við barn og komin í áttanda mánað, situr nú í einum fongsli saman við 20 mánaðir gamla soni sínum. Tað upplýsir mannarættindafelagsskapurin Amnesty International.

 

Sambært Amnesty International rýmdi pápin frá Mariam og mammuni, tá gentan var seks ára gomul, og hon vaks upp í teirri kristnu trúnni. Men dómstólurin hefti seg við, at pápin var muslimur, og at hon tí eisini er at rokna sum muslimur.

 

-Tað er andstyggiligt, at ein kvinna kann fáa deyðarevsing fyri sína trúgv og harafturat koyrlasløg fyri at vera gift manni við aðrari trúgv. Hetta eigur ikki at henda, sigur Amnesty International.