Ein kvinna slapp ígjøgnum girðingarnar í St. Pæturskirkjuni í Vatikaninum í kvøld og koyrdi Benedikt páva um koll, júst sum hann skuldi byrja ta siðbundnu messuna jólaaftanskvøld.
Ein talsmaður fyri Vatikanið sigur, at tann 82 ára gamli pávin var skjótur aftur á føtur, og at hann fekk ikki mein av tilburðinum.
Sambært talsmanninum var kvinnan sálarliga sjúk, og hon bleiv alt fyri eitt tikin. Men tá hevði hon eisini givið kardinalinum Roger Etchegaray ein so dyggan, at hann lá, skrivar Reuters.
Síggið á Youtube, tá kvinnan koyrdi pávan um koll:
Trýst her fyri at síggja video