Myndin er tilvildarlig.

Kvinna koyrdi seg fasta oman fyri Kvívík

- Átaksleiðarin var so beinasamur, at hann koyrdi kvinnuna úr Kvívík til Havnar, sigur løgreglan.

Myndin er tilvildarlig.

Í gjárkvøldið um 23.30-tíðina gjørdist ein bilur fastur í kavanum á landsvegnum oman fyri Kvívík.

 

Talan var um eina kvinnu, sum var á veg úr Vestmanna til Havnar.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at líkindini vóru ring, og her var nógvur kavi á landsvegnum.

 

- Átaksleiðarin í økinum kom kvinnuni, sum var einsamøll í bilinum, til hjálpar og koyrdi hana til Havnar.

 

Løgreglan heitir á fólk, sum ætla sær at koyra millum bygdir, um ikki at taka sær nøkur óráð fyri í ferðsluni.

 

- Tað er væl av kava komið niður í støðum, og tað hevur eisini verið væl av vindi, leggur vaktleiðarin aftrat.

 

Í morgun visti Landsverk at siga, at bert tað eina sporið er opið á Vestmannavegnum tíðliga í morgun.

 

 

 

Myndin er tilvildarlig.