Kvinna sera heppin í óhappinum

- Galendarin kom inn í motorrúmið, aftur ígjøgnum instrumentbrettið og síðan beint afturvið kvinnuni og aftur í baksetrið. Eldur kom í bilin, og tá ið eg kom á staðið, stóð hann í lósum loga, sigur sjónarvitni

Ferðsluóhapp

Ein kvinna, sum var á veg suður gjøgnum bygdina við Gøtugjógv síðstu nátt, var sera heppin í óhappinum. Tá hon kom suður móti “oynni”, sum er á vegnum omanfyri Teknistovuna við Gøtugjógv, rendi hon á hesa og misti tamarhaldið á bilinum.
Kvinnan rendi inn í bilverjuna, sum er við brúnna um sjálva Gøtugjógv.
Ein partur av galendaranum endaði inni í bilinum hjá henni.
Eitt sjónarvitni, sum var næst fyrstur á staðið, sigur, at galendarin var komin inn í motorrúmið, aftur ígjøgnum instrumentbrettið og síðan beint afturvið kvinnuni og aftur í baksetrið.
- Eldur kom í bilin, og tá ið eg kom á staðið, stóð hann í lósum loga.
Maðurin sigur, at ein løgreglubilur hevur verið rættiliga skjótur á staðnum, tí kvinnan sat longu í løgreglubilinum, tá hann kom á staðið.
- Sløkkiliðsbilar úr Fuglafirði, Gøtu og Leirvík komu og bastu eldinum.
Sjóvarvitnið veit at siga, at løgreglumaðurin beyð sær at koyra kvinnuna, sum eftir umstøðunum var komin ógvuliga væl frá hendingini, á Klaksvíkar Sjúkrahús.
- At síggja til, hevði kvinnan ikki fingið álvarsligt mein, sigur sjónarvitnið.
Kristian Martin Joensen, sýslumaður í Eysturoy, sigur, at ein løgreglubilur av tilvild kom fram við og var fyrstur á staðnum.
- Tá bilurin kom framvið, gekk ein kvinna á vegnum, og tað var hendan, sum var einsamøll í bilinum, ið var fyri óhappinum og eldinum, sigur Kristian Martin Joensen, sum heldur, at hevði fólk sitið á setrinum høgrumegin, hevði ikki verið væl vorðið.
Sýslumaðurin leggur aftrat, at løgreglan veit ikki, hví kvinnan koyrdi á "oynna", men sigur, at hendingin hevur einki við rúsdrekka at gera.