Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður og fyrrverandi løgmaður við Sosialin hetta vikuskifti.
– Eg haldi, at kvinnan skal hava endaligu avgerðina, og um eg var kvinna, so hevði eg ikki viljað, at nakar annar tók avgerðina fyri meg. Og eg havi ikki broytt meining, síðani eg segði mína meining í 2008, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Hann sipar til eina samrøðu við hann sum nývaldan løgmann í útvarpsrásini Rás2 hjá Miðlahúsinum í desember í 2008. Tá segði Kaj Leo Holm Johannesen, at hann heldur, »at kvinnur eiga at ráa yvir egnum kroppi«.
Hann segið eisini, at etiskir spurningar eru upp til hvønn einstakan at taka støðu til, og at hansara støða er, at tað eigur at verða frí fosturtøka í Føroyum.
– Nógv bendir á, at fosturtøkulóggávan er ótíðarhóskandi, og tað eigur at verða nakað, ið vit tora at taka upp, sigur hann.
Í Vikuskiftisblaðnum hjá Sosialinum havnar Aksel V. Johannesen, løgmaður, uppskotinum at løgmaður og landsstýrisfólk skulu fáa ráðharrabilar.
– Tað kemur ikki upp á tal. Tað er púra óneyðugt, at landskassin skal hava stórar útreiðslur av at flyta løgmann og landsstýrisfólk aftur og fram, sigur hann.
Blaðið umrøður eisini fallandi føðitíttleikan í hesum blaðnum, har blaðið tosar við heimsspeking, um tað er ein trupulleiki, at føroyska kvinnur nú fáa færri børn.
Í blaðnum er eisini ískoytisblað við øllum um Summar Festivalin í næstu viku.
Sosialurin fæst í leysasølu kring landið. Haldarar kunnu eisini lesa blaðið á sos.fo