Kvinnuhúsfelagið hevur haft aðalfund. Í nevndini í felagnum sita Beinta Hilduberg, forkvinna, Toril Waag Olsen, næstforkvinna, Richa Richardsdóttir, kassarøkil, Ragnhild Olsen og Jórun Splidt. Í nevndini í Kvinnuhúsgrunninum sita Jane Hoydal og Winny í Pætursastovu umboðandi Kvinnuhúsfelagið.
Endamálsorðing felagsins er: Í Kvinnuhúsinum skal gerast arbeiði, sum miðar ímóti at styrkja støðu kvinnunar, at styrkja sjálvkenslu og sjálvsábyrgd hennara, so hon í størri mun sjálv fær styrki at ráða og taka avgerðir yvir egna lívi sínum. Øll, ið hava áhuga at fremja endamál felagsins, kunnu gerast limir í felagnum.
Arbeiðið í Kvinnuhúsinum er grundað á sjálvboðið arbeiði. 35 limir í felagnum hava arbeitt sum sjálvbodnar í eini vaktarskipan. Tær hava vaktir um næturnar, í vikuskiftum og á heilidøgum, og sita í nevndum. Tær 35 sjálvbodnu kvinnurnar, ið arbeiða ólønt í vaktarskipanini, gera tað møguligt hjá harðskapsraktum kvinnum at ringja ella flyta inn á Kreppumiðstøðina, alt samdøgrið.
592 áheitanir hava verið til Kvinnuhúsið í 2011. Orsøkin til áheitanina var í 265 førum harðskapur. 13 kvinnur og 15 børn gistu á Kreppumiðstøðini.
Tveir sjálvhjálparbólkar byrjaðu í 2011. Í bólkinum hittast kvinnur um ein felags trupulleika, í hesum føri harðskap. Tær tosa, lurta og stuðla hvørji aðrari í at finna loysnir. Tveir bólkaleiðarir eru knýttir at bólkinum.
Endamálið hjá Kvinnuhúsfelagnum er at reka Kvinnuhúsið/Kreppumiðstøðina, har kvinnur kunna ringja, skriva ella støkka inn á gólvið og fáa ráðgeving og vegleiðing í ymiskum spurningum og trupulleikum. Ikki er neyðugt hjá kvinnuni upplýsa navn og P-tal. Heldur ikki er neyðugt hjá henni at rættvísgera, hví støðan er, sum hon er. Kvinnan hevur møguleikan, saman við sínum børnum, at gista á Kreppumiðstøðini eitt tíðarskeið.
Ársfrágreiðingin liggur á heimasíðuni www.kvinnuhusid.fo