Á altjóða kvinnudegnum 8. mars, skipaði Havnar Badmintonfelag fyri eini gentulegu í badmintonhøllini í Havn. Umleið 100 mammur og gentur luttóku á degnum har badminton var á skránni frá morgni til kvøld.
Louise Lingren Jepsen, sum er professionellur venjari úr Danmark, skipaði venjingina saman við indisku Keka Nandy, sum tók sær at yoga- venjingunum.
Ætlanin við tiltakinum, sum ber heiti GIRLPOWER, er at styrkja vinabond tvørtur um aldursmørk og feløg í Føroyum. Harafturat ynsktu fyrireikarnir úr Havnar badmintonfelag, at lyfta tekniska støði, geva venjarunum íblástur og serstakliga leggja dent á mentalar venjingar.
Badminton, sum er ein einstaklinga ítróttargrein, krevur nógva konsentratións- og mentala venjing. “Genturnar hava ofta ringt við at spæla alt tað tær megna á vøllinum, um tað er besta vinnkonan, sum stendur hinumegin netið”, sigur Louisa Lingren Jepsen, tí er neyðugt at styrkja sjálvsálitið, fokus, positivan hugburð, sjálvdesiplin og at hugsavna seg.
Allar gentur fingu nógv burturúr degnum, sum sjálvsagt verður endurtikin komandi ár, verður sagt úr havnarbadmintonfelag. Genturnar fingu eina t-shirt í part, við einum búmerkið, sum var sniðgevið til dagin.
Erik Thomsen, formaður í Badminton sambandinum fegnast um stóru undirtøkuna, tí tey vænta og vóna at síggja fleiri badmintonleikarar komandi ár.