Í dag er altjóða kvinnudagur og tað merkir, at í nógvum londum kring knøttin verða rættindi hjá kvinnum tikin fram júst í dag.
Eisini í Føroyum hátíðarhalda vit kvinnudagin og tað ger Ráðið fyri Ferðslutrygd eisini í morgun.
Meðan vit mangan hoyra, at kvinnur eru verri fyri í ferðsluni enn menn, so er Ráðið fyri Ferðslutrygd úti við einari aðrari meting í dag.
-Kvinnur eru tryggari í ferðsluni. Okkara tøl vísa, at 28% av teimum deyðu í ferðsluni eru kvinnur, eins og væl færri kvinnur fáa klipp í koyrikortið. Kvinnur eru partur av munandi færri ferðsluvanlukkum enn menn. Góðan altjóða kvinnudag, skrivar Ráðið fyri Ferðslutrygd undir hesari myndini.