Mikudagurin var altjóða kvinnudagur og sum siður er skipaði kvinnufelagið í Havn fyri tiltakið í Norðurlandahúsinum í Havn um kvøldið.
Felagið hevði fingið teir báðar kvinnuligu prestarnar, Marjuna Bæk og Ingu Poulsen Dam, at halda fyrilestur og harafturat var sangur og tónleikur á skránni. Aftaná sjálvt haldið var høvið hjá luttakarunum at seta seg niður við einum kaffikoppi og einum køkubita og fáa eitt prát.
Um 100 kvinnur høvdu leitað sær niðan í Norðurlandahúsið og hóast undirtøkan tí ikki var so stór, so letur Bergtóra Hanussardóttir sera væl at tiltakinum.
Áhugaverdir fyrilestrar
Marjun Bæk las »Evas brev til Gud«, sum hon sjálv hevur týtt, og Inga Poulsen Dam helt fyrilestur um kvinnuna innan kirkjugátt.
? Fyrilestrarnir vóru serstakliga áhugaverdir og ógvuliga viðkomandi í sambandi við stríð kvinnunar um javnstøðu, greiðir Bergtóra frá.
Áðrenn og aftaná fyrilesturin var tónleikur og sangur á skránni, og sum tað sømir seg á kvinnudegnum var bara talan um kvinnulig tónleikarar.
? Andrea Morensen, klaver, og Gudný Næs, violin, framførdu »Ave Maria« og eitt stykki úr »Ofreus og Euridiku«, meðan Gunhild V. Michelsen, Gunnvør Poulsen, Sanna W. í Brekkunum og Randi Hansen sungu nakrar sangir.
Framhaldandi stóran týdning
Tá vit spyrja Bergtóru um týdningurin av kvinnudegnum ikki so spakuliga er við at fjara burtur, nú so nógv verður gjørt við javnstøðu er hon púra avgjørd.
? Týdningurin hevur ongantíð verið størri enn hann er nú, tí hóast onkrar umstøður hjá kvinnum eru batnaðar, so er eisin igingið øvugtan veg á øðrum økjum, sigur hon.
? Harðskapurin móti kvinnum hevur ongantíð verið verri enn hann er nú, og tað eiga vit at berjast fyri, sigur Bergtóra Hanussardóttir, sum sostatt er púra avgjørd um, at kvinnurørslan er neyðug enn sum áður.
Men tað tekur tíð at fáa fólk at broyta sína uppfatan av sær sjálvum, heldur hon.
? Men málini verða sjálvandi dagført so hvørt sum vit røkka teimum, sigur Bergtóra at enda.