Kvinnufelagið vil hava svimjihøll

Kongshavnar Kvinnufelag stuðlar býráðnum í Runavík í at samtykkja at byggja svimjihøllina

Tað verður býráðsfundur í Runavík hósdagin. Á skránni er tilmæli um endaliga at samtykkja at fara undir at byggja svimjihøllina, sum hetta og undanfarna býráð hava arbeitt við at fyrireika.

 

Í almennari yvirlýsing boðar Kongshavnar Kvinnufelag frá, at tað stuðlar býráðnum at samtykkja ætlanina.

 

Yvirlýsingin ljóðar soleiðis:

 

 

 

Tá tøk skulu takast

 

Ein samd nevnd vil hervið boðað frá, at vit stuðla býráðnum í at samtykkja at byggja svimjihøllina.

 

Svimjihøllin er til frama fyri borgarar í øllum aldri, og tað stuðlar okkara fólkaheilsu og trivnaði.

 

Stórar verkætlanir krevja stórar avgerðir. Vit gleðast øll um verkið, tá tað er bygt.

 

Í 1982 opnaði fyrsti barngarðurin í kommununi, bygdur og fíggjaður av Kongshavnar Kvinnufelag, sum eisini stóð fyri rakstrinum fyrstu árini. Hetta gjørdi at kvinnur kundu fara til arbeiðis og undir lesna. Hetta hevur havt ómetaligan stóran týdning fyri framburðin í Runavík. Hvar hevði okkara vøkstur verið, um fiskurin ikki kundi avreiðast her, tí eingin var at hagreiða ?

 

Barnagarðurin var ein risa verkætlan fyri ein sjálvbodnan felagsskap. Stór tøk og stóra ávirkan á okkara samfelag.

 

Í dag er tað ein sjálvfylgja, at kommunan byggir og rekur barnagarð. Soleiðis menna vit okkara karmar og okkara samfelag.

 

At svimja er ein tann besta rørslan, fyri ung, sum gomul, fyri fólk við rørslu avbjóðingum - til spæl og til kapping. Ein framúrskarandi ítróttur fyri lívið. Svimjihøllin verður til stóra gleði fyri skúlar, barnagarðar, stovnar og fyri borgarar sum heild.

 

Politikarar í Runavíkar kommunu duga væl at menna kommununa og vit hava serstakliga góðar karmar við m.a. Bylgjuni, Gulu Smiðju, skúlum, Løkshøll og bókasavn – savnandi karmar til fragd fyri okkum øll.

 

Nú er tíðin búgvin til at taka takið, og byggja svimjihøllina.

 

Kongshavnar Kvinnufelag 

 

Nevndin: Fríðbjørg Weihe,  Anna Tróndargjógv, Brynhild Jóhansen, Josfrid Danielsen, Maria Hansen, Selinda Í Heiðunum, Sigrid Jensdóttir Dalsgaard