Eftirmeting
Challenge-Trophy kappingin er av. Føroysku kvinnurnar komu heim við silvurmerkjum og bara tað í sjálvum sær staðfestir í øllum førum, at teir fordómar, sum fleiri høvdu um tilmeldanina til kappingina, vóru púrasta ógrundaðir.
Tætt og krevjandi
Tað vísti seg nevnliga, at hendan kappingin var ein framúr góður pallur hjá okkara at føra seg fram. Av teimum fimm liðum, sum okkara fingu loyvi at royna seg ímóti, var tað nokk bara Italia, sum vísti seg at vera alt ov sterkt, og í veruleikanum vóru tær sum so eisini alt ov sterkar til at taka lut í kappingini.
Í hinum fýra dystunum var talan um uppgerðir, har okkara máttu leggja alla orku í at fáa eitt gott úrslit, og til alla lukku eydnaðist hetta so eisini. Kanska ikki í nóg stóran mun móti Letlandi, men tann dysturin bar tó brá av, at hetta ikki var ein dystur, sum okkara vóru tvungnar til at vinna. Tað vil við øðrum orðum siga, at okkara kvinnur fimm dagar á rað vórðu matchaðar fult út, uttan at verða yvirmatchaðar, og er tað nakað, sum er mennandi fyri leikarar, so eru tað júst slíkar uppgerðir, har nervin og intensiteturin er í hásætinum.
At hetta var galdandi, varð kanska einamest undirstrikað av tí faktum, at fleiri av føroysku leikarunum gjøgnumførdu seinastu dystirnar við eini seinastu rest av viljastyrki, heldur enn kropsligum førleika. Katrin á Neystabø var alla tíðina darvað av vøddaskaða, eins og bæði knæ og fótlið fóru at bila, so hvørt sum dagarnir gingu. Nikolina Eyðbjørnsdóttir fekk vøddaskaða í búkinum longu í næsta dystinum, men var kortini eisini við í seinastu trimum dystunum, og týðiligasta staðfestingin var helst avrikið hjá Joan Midjord Djordjevic.
Hon fekk í triðja dystinum trupulleikar við eini fipurspreinging í lærinum, men kortini leikti hon 20 framúrskarandi minuttir móti Finnlandi í hálvfinaluni. Og tá hon so keikti fótin so dyggiliga í tí dystinum, var tað ikki pínan, sum tú fyrst legði til merkis. Nei, uttan at kunna reisa seg, dukaði hon nevarnar í gólvið, samstundis sum alt annað enn vøkur orð komu úr munninum. Snøgt sagt rein irritatión um, at hon ikki longur var før fyri at geva sítt, og so mátti annars ógvusliga pínan koma í aðru røð.
Fyri ikki at tosa um Anniku Ljósstein, sum við brotnari nøs varð borin av vøllinum í finaludystinum. Sjálvsagt gekk leiðin á sjúkrahúsið, men fyrst vildi hon hava sína medalju, eins og hon skuldi royna at lyfta steypið. Ikki fyrr enn hetta var avgreitt, fór hon út í sjúkrabilin, sum tá hevði bíðað í eini trý korter, men tað legði treiska klaksvíkskvinnan líka í.
Jú, sanniliga offraðu tær seg.
Heppið lutakast
Í hinum bólkinum var kappingin tó ikki heilt so jøvn. Bæði tí italska liðið sum sagt var ov sterkt, og so eisini tí bæði Moldova og Luksemburg ikki tóktust hava støði til at standa seg í kappingini. Nakað sum eisini varð staðfest, at tá hesi lond leiktu plaseringsdystir móti Belgia og Letlandi, sum bæði tvey vunnu stórsigrar.
Tí ber illa til at staðfesta annað, enn at lutakastið lagaði seg framúr væl fyri okkara lið. Kanska eisini sum ein fylgja av, at eingin visti nakað um okkara styrki, og at Føroyar tí helst hava verið styrkismettar saman við londum sum Luksemburg og Moldova.
Tað ber jú eisini til at ímynda sær, at vit endaðu í bólki við t.d. Italia, Luksemburg og Moldova, og tá er nokk ivasamt, hvussu góða venjing dystirnir vildu givið, men lat tað fara.
Komandi avbjóðingar
Samanlagt er tó einki at ivast í, at hetta var ein framúr pallur hjá okkara liði, og tað er heldur einki at ivast í, at verður rætt borið at, so verður hetta startskotið til eitt satt boom innan føroyska hondbóltsheimin.
Fyrst og fremst innan kvinnuhondbóltin, sum við hesum brádliga hevur fingið eina framúr spennandi avbjóðing at líta fram til. Sjálvandi er tað ikki nóg mikið við dystum bara annað hvørt ár, men kontaktirnar hesa ferð hava so longu givið úrslit í øðrum innbjóðingum. Tosað verður so eisini í løtuni við íslendska og grønlendska hondbóltssambandið um at fáa í lag fasta millumtjóða kapping. Eina kapping, sum íslendingar higartil hava verið sera trekir at fáa við í, men kanska kann føroyska úrslitið í Italia broyta um hetta.
Einasti vansin í slíkari kapping tykist vera, at her er talan bert um trý lið - altso tveir dystir í part ? og tá kann talan gerast um eina negativa cost-benefit meting. Altso at nyttan í kappingini er minni enn orkan, sum verður løgd í fyrireikingarnar. Her kundi ein møguleiki tó verið, at fingið Finnland við í kappingina. Tá verður talan í øllum førum framvegis um norðurlendskar tjóðir, og tað er so longu staðfest, at finsku sisu-kvinnurnar høvdu verið eitt sera hóskandi mótstøðulið hjá okkara at fingið.
Menninir mugu bíða
Sum landið liggur nú, so verður talan tó í fyrsta umfari helst bara um eina endurreisn á kvinnusíðuni.
Tí hóast mansliðið slapp at tjóvstarta við altjóða avbjóðingunum, so hava hesar ikki víst seg at vera eins spennandi, sum nýfingna uppgávan hjá kvinnunum. Einamest tí menninir enn ikki hava funnið sær ein eins hóskandi pall at spæla á, soleiðis sum C-HM kappingarnar vóru tað. Sjálvandi kann tað vera spennandi hjá leikarunum, tá teir ? sum í vetur ? fáa møguleika at spæla móti stjørnunum úr stóru europeisku feløgunum, men samstundis má spurnartekin setast við, hvussu stór nytta er í at fara í holt við eina vónleysa uppgávu móti krútsterku normonnunum,
Og so kann í sama viðfangi setast spurnartekin við, hvørt menninir eru á sama støði, sæð í mun til kvinnurnar. Í øllum førum kann staðfestast, at tvey av mótstøðulondunum hjá kvinnunum og monnunum ? Ísrael og Finnland ? hava verið tey somu, men tað var í øllum førum himmastórur munur á, hvussu vignaðist hjá kynunum báðum. Her gjørdist talan klokkuklárt um 2-0 sigur til kvinnurnar, uttan at yvirritaði tó skal gera seg til serfrøðing í, hvønn status ávíkavist mans- og kvinnuhondbólturin hava í Ísrael og Finnlandi.
Og so skerst ikki burtur, at kvinnurnar eisini hava ein annan stóran fyrimun. Tær hava nevnliga langt ífrá somu kapping frá fótbóltinum, sum menninir hava tað, og tí kunnu tær í nógv størri mun njóta gott av tí fokus, sum tær hava møguleika at fáa ? og sum tær í løtuni fáa við øktum sponsormøguleikum v.m. sum positivum hjáárini.
Og so kann talan eisini gerast um eina lítla domino-effekt á tann hátt, at kvinnurnar kunnu gerast lokomotivið, sum dregur menninar. Hetta er m.a. hent í bæði Danmark og Noreg, har kvinnurnar í drúgt áramál hava verið í avgjørda heimsoddinum, og har mennninir nú loksins eru um at vinna seg upp á sama popularitetsstøði.
Enn eru tað kanska bara Stjørnan og VB her heima, sum megna at fylla heimligu áskoðararnar í høllina, men at ímynda sær eina fullsetta høll longu kl. 14.30, tá Neistin og Kyndil skulu takast, er kanska ikki heilt so veruleikafjart, sum tey seinnu árini annars hava borið boð um.
Mugu smíða
Og so er bara vóna, at Hondbóltssambandið nú smíðar, meðan jarnið er heitt. Sum sagt, so kann hetta gerast startskotið til eina velduga menning fyri føroyskan kvinnuhondbólt. Eina menning, sum uttan iva fer at føra við sær, at tilgongdin av nýggjum leikarum fer at økjast, samstundis sum trupulleikin við fráfallinum fer at minka, og so kundi brádliga hent seg, at talan ikki bara verður um elitu í heimligu kappingini ? men eisini um breidd. Gaman í er hetta ikki ein menning, sum hendir í einum, men eru karmarnir til staðar, samstundis sum avbjóðingarnar eru nóg spennandi, so eru allar fortreytir fyri eini endurreisn av hondbóltinum til staðar.
Og lat tað so bara at enda verða sagt, at tað kann væl vera, at onkur lesari nú tekur sær til høvdið. Kanska enntá flennir at vitleysa fagnaðinum, sum kvinnulandsliðnum nú er fyri, og sum eisini hevur fingið yvirritaða at taka so dyggan til.
Men júst hetta undirstrikar helst eisini, hvussu einastandi nýfingni møguleikin hjá kvinnuhondbóltinum er. Var tað ikki fyri Landskrona-effektina hjá fótbóltslandsliðnum, hevði fótbóltslandsliðið helst ongantíð verið komið so langt, sum tað er komið. Ein og hjá einum góðum surfara, so ræður um at fara við aldukambinum, tá hesin er hægstur. Tað ger tað í øllum førum munandi lættari at koma vegin fram, og júst tað má vera aðalmálið fyri føroyskan hondbólt!