Kvinnuhúsfelagið aðalfund

Hósdagin tann 19. mars 1998 hevði Kvinnuhúsfelagið aðalfund í KFUM. 21 kvinnur møttu á aðalfundi. Roknskapurin varð góðkendur og 3 limir vórðu valdir í nevndina.

Á vali vóru Elna Strøm, Ásvør Joensen og Sólrun Holm. Ásvør Joensen og Sólrun Holm tóku ikki við afturvali. Í teirra stað vórðu Edna Jørgensen og Kristina Ferjá valdar. Í nevndini eru hesar. Jane Hoydal, Elna Strøm, Winny í Pætursastovu, Enda Jørgensen og Kristina Ferjá. Eykalimir eru Katrin Isfeld og Meinhild Geyti. Til grannskoðara varð Sonja Klein afturvald.

Av hendingum í 1997 kunnu vit nevna:


Upplýsandi arbeiði:

Í 1997 hevur Kreppumiðstøðin vitjað og havt vitjan av næmingum frá HF, Studentaskúlanum og 10. flokki í fólkaskúlanum í samband við uppgávuskriving.

Starvsfólk á Kreppumiðstøðini og nevndarlimir hava upplýst um Kreppumiðstøðina og Kvinnuhúsið á apotekinum á ráðstevnuni Nordiske Kvinder mod Vold, sum í 1997 varð hildin í Helsingør í Danmark.


Sjálvhjálparbólkar:

Í 1997 var ein sjálvhjálparbólkur við evninum sjálvsvirði.


Áheitanir/gistingar í 1997

Í 1997 vóru tilsamans 390 áheitanir úr 21 ymiskum kommunum. Kreppumiðstøðin hevur havt áheitanir frá 37 kommunum.

Leggjast skal til merkis, at 280 av teimum 390 áheitanunum vóru frá kvinnum sum ynsktu hjálp frá Kreppumiðstøðini. Hinar 110 áheitanirnar vóru frá hesum: myndugleikunum (5), uppgávuskriving o.a. (29), og 41 áheitanir frá monnum.

28 av áheitanunum vóru við ynski um at flyta inn, av hesum vóru tað 12 kvinnur og 11 børn, sum gistu í tilsamans 1405 samdøgur.

Kvinnurnar hava búð her millum 1 og 155 samdøgur. 4 kvinnur frá 1-7 døgn, 3 kvinnur frá 8-14 døgn, 4 kvinnur frá 15-30 døgn og 1 kvinna yvir 61 døgn.

Um orsøkina til harðskapin siga kvinnurnar, at hon partvíst er ymisk mentan (5), misnýtsla (9), uppvøkstur við harðskapi (3), øvund (7) ella undirlutakenslur (5). Maðurin, sum fremur harðskapin er hjúnafelagi (6), sambúgvi (3) ella fyrrverandi hjúnafelagi/sambúgvi (3).

Aldurin á kvinnunum var millum 30 og 60 ár. 6 vóru millum 30-39 ár. Aldurin á børnunum var millum 0 og 14 ár. Kvinnurnar høvdu tilsamans 16 børn undir 18 ár. Av teimum búðu 11 á Kreppumiðstøðini. Tað eru mest tey smáu børnini, sum koma við mammuni á Kreppumiðstøðina.


Um tær sjálvbodnu:

Tilsamans 43 kvinnur arbeiða sjálvbodnar í húsinum. Tær arbeiða sum náttarvaktir og ráðgevar. Samlaða arbeiðsmegin hjá teimum sjálvbodnu er uml. 11.000 um árið.


Limafundir:

Felagið hevur limafund triðja hóskvøld í hvørjum mánaði. Allir limir eru vælkomnir. Hevur tú hug at luttaka í arbeiði okkara, set teg í samband við skrivstovuna á tlf. 17200 gerandisdagar millum kl. 10 og kl. 16.30. Tú ert eisini vælkomin at støkka inn á gólvið og kunna teg um arbeiðið hjá okkum.